Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
18.06.2026 17:28

Prógvhandan á Skúlanum við Áir

Mynd: Almanna- og bústaðamálaráðið

Almanna- og bústaðamálaráðið

Í dag var prógvhandan á Skúlanum við Áir, har 14 næmingar fingu prógv.

Margit Stóra, landsstýriskvinna í almannamálum, var boðin við til at hátíðarhalda løtuna, og bar í hesum sambandi fram røðu.

Røðan kann lesast her:

Góðu næmingar, avvarðandi, starvsfólk og øll tit, sum eru komin saman her í dag.
Fyrst vil eg takka fyri, at eg varð boðin við at siga nøkur orð á hesum stóra degi.
Tykkum 14 næmingum vil eg fyrst og fremst siga hjartaliga til lukku við próvnum.

Hetta er ein stórur dagur. Ikki bara tí tit fáa handað eitt prógv, men tí hetta eisini merkir endan á einum týdningarmiklum tíðarskeiði og byrjanina upp á eitt nýtt.

Vegurin higar hevur ikki verið eins hjá tykkum øllum. Tit eru ymisk í aldri, frá 19 til 48 ár, tit koma úr øllum landinum, og summi tykkara hava eisini røtur uttanfyri Føroyar. Tit hava ymiskar lívsleiðir, ymiskar royndir og ymiskar førleikar.

Og kanska er tað júst hetta fjølbroytni, sum eyðkennir Skúlan við Áir. Tí her verður tikið støði í tí einstaka menniskjanum. Her verður ikki fyrst og fremst hugt eftir tí, sum er trupult, men eftir tí, sum hvør einstakur dugir, megnar og kann mennast í.

Hetta havi eg stóra virðing fyri.

Tí øll menniskju hava styrkir. Og stundum er tað júst tað, at onkur sær hesar styrkir, sum ger allan munin.

Fyri meg er Skúlin við Áir eisini nakað heilt serligt.
Tá eg var smágenta, gjørdist pápi mín sjúkur í rygginum og var ikki longur førur fyri at halda fram í sínum arbeiði sum maskinmaður. Tað var ein trupul tíð hjá okkara familju. Men tá fekk hann møguleikan at koma á ALV-skúlan við Áir.

Eg minnist, hvussu hann var her við Áir mitt í vikuni og heima í vikuskiftunum. Her fekk hann møguleikan at læra nýtt, taka prógv og byggja víðari á sítt lív. Seinni fekk hann arbeiði á kommunuskrivstovuni, har hann arbeiddi í nógv ár.

Tað hevði stóran týdning fyri okkara familju.
Og kanska er tað júst hetta, sum Skúlin við Áir hevur gjørt fyri so nógv menniskju gjøgnum árini:
Hann hevur givið fólki nýggjar møguleikar.
Tí er tað eisini við einum serligum takksemi, at eg standi her í dag.

Tit, sum fáa prógv í dag, hava ikki bara fingið eitt prógv.
Tit hava eisini fingið nýggjar royndir, nýggjan kunnleika og nýtt sjálvsálit.
Summi tykkara hava brúkt tvey ár um 9. flokk. Summi hava lært at brúka nýggj hjálpiamboð til lesing og skriving. Og øll hava tit ment tykkum – ikki bara fakliga, men eisini menniskjaliga.

Tað er ikki altíð, at lívsleiðin er bein.
Men tað týdningarmesta er heldur ikki altíð, hvussu skjótt vit koma fram. Tað týdningarmesta er, at vit halda fram og ikki geva upp.
Og tað hava tit prógvað. 
Tit kunnu tí av røttum vera errin í dag.

Eg gleðist eisini um, at skúlin í hesum skúlaárinum hevur givið næmingum møguleika at síggja meira av heiminum. Gjøgnum Nordplus-samstarvið við Ísland hava næmingar fingið høvi at læra um felags søgu, mál og mentan hjá okkara grannum. Tað gevur nýggj sjónarhorn og minnir okkum á, hvussu nógv vit hava í felag við okkara norðurlendsku grannar.

Góðu næmingar.
Kanska vita tit ikki øll í dag, hvat næsta stigið verður. Tað er eisini í lagi.
Tað týdningarmesta er ikki altíð at hava øll svarini.
Tað týdningarmesta er at halda fram við at trúgva upp á seg sjálvan, brúka tær styrkir, ein hevur, og tora at taka næsta stigið, tá tað kemur.
Og tað eri eg sannførd um, at tit fara at megna.

At enda vil eg bera leiðsluni, lærarunum og øllum starvsfólkunum á skúlanum eina hjartans tøkk.
Tykkara arbeiði sæst ikki altíð í tølum og hagtølum. Men tað sæst í menniskjum.
Í nýggjum møguleikum.
Í nýggjum vónum.
Og í teimum 14 próvnum, sum verða handað í dag.

Tykkum øllum vil eg ynskja hjartaliga til lukku við hesum stóra degi.
Eg ynski tykkum blíðan byr og alt tað besta á lívsleiðini.

Takk fyri.