A-landsliðsmálverjin hjá Víkingi, Bárður á Reynatrøð, hevur longt sáttmálan við felagið við 2 árum.
Bárður, sum er 26 ára gamal, hevur bert umboða barnsdómsfelagið í Gøtu/Leirvík, uttan kappingarárið 2020, tá ið hann var útleigaður til Skála. Hann leikti sín fyrsta dyst í bestu deildini sum 18 ára gamal.
Hann er sambært Faroesoccer skrásettur at hava leikt 172 dystir í føroysku bestu deildini, umframt dystir í evropeisku kappingunum.
Hann hevur umboða føroyaska A-landsliðið 16 ferðir.
