Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
17.06.2026 19:11

Landsstýrismaðurin kunnað seg um Setrið

Mynd: Fróðskaparsetur Føroya

Fróðskaparsetur Føroya

Seinnapartin var Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður, saman við fólki sínum á fundi við leiðsluna á Fróðskaparsetri Føroya. Á skránni stóðu framtíðarætlanir og avbjóðingar á Setursøkinum 

Summarmjørkin lá fjálgur um sóljur og bleytlendi, tá nýggi landsstýrismaðurin í mentamálum við fylgi seinnapartin var á gátt í Gróthúsunum á Debesartrøð, har Setursskrivstovan heldur til.

Slíkir kunnandi fundir eru skilagóður siður, tá nýggj landsstýrisfólk taka við, so at aðalráð og stovnar undir teimum kunnu upplýsa um strategi, áleikandi mál og avbjóðingar, og annars læra hvør annan og væntanirnar hjá hvør øðrum at kenna.

Við sær á fundin hevði Bárður á Lakjuni Poul Geert Hansen, aðalstjóra, Terja Beder, fulltrúa, og Christinu Janusardóttir Isaksen, løgfrøðing. Fróðskaparsetur Føroya var umboðað av Ólavi Ellefsen, stýrisformanni, Martini Tvede Zachariasen, rektara, og Johan Ísak Suna Hansen, fyrisitingarstjóra.

– Hetta var eitt óført høvi at kunna landsstýrismannin um okkara framtíðarætlanir og strategi fram til 2030, sigur rektarin.

– Vit umrøddu eisini fleiri av stóru avbjóðingunum í føroyska samfelagnum, sum Setrið í stóran mun skal lyfta, leggur Martin Tvede Zachariasen aftrat.

Hesar stóru avbjóðingarnar eru í stuttum tað alt ov stóra talið av ungum, sum fer av landinum í lestrarørindum og ongantíð kemur aftur; at fleiri megingeirar í Føroyum hava ein staðfestan tørv á bæði meira gransking og hægri útbúgving; at Setrið er spjatt í fleiri bygningum, har næstan eingin er gjørdur til hvørki undirvísing ella gransking; og at Setrið eingi tilboð hevur til altjóða lesandi, og at ov fá lesandi á Setrinum fara uttanlands at nema sær skiftislestur.

Eftir fundin í Gróthúsunum skoðaði landsstýrismaðurin nýumvældu lon 5 í gamla skúlabygninginum á Frælsinum. Hendan verkætlanin er onnur av tveimum í stóru kampusverkætlanini, sum er á breddanum. Á Frælsinum verður høvuðsumvælt stig fyri stig – ella lon fyri lon.

Hin verkætlanin er nýggi felagsbygningurin, hjartað í kampus, sum er liðugt projekteraður og júst hevur verið í útboði. Lesið meira um tað her.

Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður, steðgaði eisini á í Nóatúni, har ið felagsbygningurin skal standa.

– Tá innkomnu tilboðini eru kannað væl og virðiliga, skulu vit gera verklagslóg um felagsbygningin, sigur landsstýrismaðurin.

– Og eg vænti, at vit kunnu leggja verklagslógina fyri løgtingið í heyst, sigur Bárður á Lakjuni.