Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
16.06.2026 15:09

“Væleydnað Eystanstevnuvikuskifti farið um bak

Tíðindaskriv/Sersambandið fyri Súkkling og Triathlon

Eitt væleydnað Eystanstevnuvikuskifti er farið um bak, við bæði súkklukapping og triatlon á skránni.

Vikuskiftið byrjaði við súkklukapping fríggjakvøldið. Tað møttu 19 mans til start.

Kappingin var spennandi heilt til síðsta spurt, tí Niklas og Pauli fylgdust allan vegin, eftir at teir nokkso tíðliga ristu restina av feltinum av sær. Eisini vóru fleiri aðrar spennandi positiónskappingar gjøgnum feltið.

Býurin tók væl ímóti kappingini. Heiðavegur var stongdur, og á rutuni í býnum heppaðu fólk ymsa staðni. Veðrið helt sær og kappingin var væl eydnað!

Úrslit – Súkklukapping

  1. Pauli Poulsen
  2. Niklas Hallgren
  3. Jákup Petur Eliassen

Triatlon á skránni sunnudagin

Sunnudagin 14. juni var triatlon á skránni.

14 luttakarar møttu til krevjandi OL-teinin í triatlon. Byrjað varð við svimjing í Bylgjuni, síðan varð súkklað úr túninum har yvir í Enda í Rituvík og aftur – fýra ferðir, síðani varð runnið.

Bergtór var fyrstur úr vatninum og súkklaði væl. Tá hann síðani rann nóg væl, vann hann kappingina, nokkso tætt fylgdur av Andrassi, ið rann sera væl. Aftaná teir báðar kom Erik, sum gjørdist betri og betri, sum kappingin leið.

Hjá kvinnunum var Sigrid Bjartalíð á odda. Hon er rutinerað og stóð seg sera væl. Noomi Heradóttir luttók fyri fyrstu ferð, og hevð eisini eitt gott avrik.

Veðrið var av tí besta, og stuttligt var at síggja fólk heppa bæði í Rituvík, meðan súkklað varð, og ikki minst kring Toftavatn, tá renningin fór fram. 

Enn einaferð var talan um eina sera góða og væleydnaða kapping!

Úrslit – Triatlon

Kvinnur

1.     Sigrid Bjartalíð

Menn

1.     Bergtór Tórsteinsson