Miðnám á Kambsdali
Seinasta árið hava næmingar og lærarar á Miðnámi á Kambsdali luttikið í einum norðurlendskum samstarvi, sum snýr seg um sosiala burðardygd. Verkætlanin snýr seg millum annað um alt tað sjálvbodna arbeiðið, sum vælgerandi felagsskapir, ítróttarfeløg, bjargingarfeløg, kirkjufelagsskapir, skótar, skúlar og eisini virkir gera, men sum ikki altíð verður talt upp í pengum. Í onkrum føri hava fólk, ið hava sett sær fyri at kanna sjálvboðið arbeiðið, funnið útav, at hesin týdningarmikli parturin av arbeiðinum í t.d. einum ítróttarfelagi í Føroyum kann hava eitt virði á 15-20 milliónur krónur um árið.
Hetta Nord Plus-skúlasamstarvið hevur verið millum Verzlunarskúla Íslands í Reykjavík, Tietgen Handilsskúlan í Odense og tveir flokkar á Miðnámsskúlanum á Kambsdali. Annar av hesum flokkunum, N23X, er í løtuni í ferð við at gera seg endaliga lidnan við Miðnámsútbúgving sína. Tey fáa prógv um minni enn tvær vikur. Næmingar úr flokkunum, N23X og B24D tóku á vári 2025 í felag ímóti útlendsku gestanæmingunum, og í september 2025 fóru 16 næmingar úr N23X til Odense á vitjan. Og í vetur – í januar 2026 – vitjaðu so 16 næmingar úr B24D í Reykjavík. Í øllum londunum fingu næmingarnir høvið at ganga í skúla saman við vertsnæmingunum og upplivdu lokalu mentanina og samfelagið innanífrá saman við gestablíðum vertum. Vertsfamiljurnar í øllum londunum eiga stóra tøkk fyri, at hesi samstørvini eydnaðust so væl. Næmingarnir hava uppliva stórt gestablídni bæði í Føroyum, í Danmark og í Íslandi. Hesaferð vóru tað Hjalti Dalheim og Jóannes Næs Petersen, lærarar, sum stóðu fyri samstarvinum, og teir lata væl at øllum trimum vitjanunum og halda, at næmingarnir tóku væl undir við tí, sum var á skránni.

Vitjaðu í Føroyum í besta veðri
Á almennu skránni í Føroyum hjá teimum yvir 50 næmingunum var ein gongutúrur av Nesi um Svangaskarð og kring Toftavatn. Alfred Olsen greiddi sera væl frá um kanónina, sum stendur á Nesi og vardi Skálafjørð undir 2. veraldarbardaga; næmingar, sum luttóku í skúlasamstarvinum og sum vandu við fimleikafelagnum, Støkk, vístu útlendsku gestunum runt í Bylgjuni, har stór fimleikakapping var hendan dagin; vitjað varð hjá Bakkafrost, har dugnalig starvsfólk greiddu hópinum frá um burðardygd og vístu næmingunum runt á stóra og nýmótans virkinum; næmingar, sum í frítíðini rógva við NSÍ, flotaðu bát og vístu útlendsku næmingunum føroysku tjóðarítróttina í verki – og bjóðaðu vinum teirra úr Danmark og Íslandi at sleppa at rógva ein túr saman við teimum á Skálafirði. Hetta dámdu útlendsku næmingarnir sera væl.

Fjølbroytt útferð í Havnini
Eina dagin vitjaði stóri næmingahópurin í Tórshavn. Fyrst varð byrjað umborð á Norrønu, sum lá á Havnini hendan morgunin. Starvsfólk hjá Smyril Line vístu forvitnu og spentu næmingunum runt á fína ferðafólkaskipinum og greiddu forvitnu næmingunum frá um virksemið hjá Smyril Line, sum bókstavliga knýtir saman Ísland, Danmark og Føroyar (eins og hendan skúlaverkætlanin hjá næmingunum ger). Síðani varð gingið ein morguntúr runt á Tinganesi; stóri næmingahópurin vitjaði dómpróvstin, Una Næs, í Havnar Kirkju, sum greiddi frá um vælgerandi og ólønta arbeiðið, sum eisini verður gjørt innan kirkjugátt í Føroyum – og hvønn tjóðskaparligan týdning Dómkirkjan hevur á Ólavsøku; stjórin á Visit Faroe Islands, Guðrið Højgaard, greiddi síðani norðurlendska hópinum frá um føroyska ferðavinnu – og hvønn týdning burðardygd hevur í hesum sambandi – og dagurin í Havn endaði við vitjan í Løgtinginum, har løgtingslimirnir, Hanna Jensen og Magnus Rasmussen, tóku móti norðurlendska næmingahópinum og greiddu teimum frá, hvat ið tey tókust við sum løgtingslimir. – Bæði Magnus og Hanna hava í fleiri førum arbeitt við norðurlendskum samstarvi sum part av teirra virksemi sum tingfólk.

Spæl og álvari í Norðragøtu
Ein dag varð vitjað í Norðragøtu, har lagt varð fyri hjá ítróttarfelagnum, Víkingi, sum var føroyskur meistari fyrra árið. Eisini í Gøtu var sjóneykan sett á sjálvbodna arbeiðið, sum er ovurstórt í einum ítróttarfelagi sum tí hjá Víkingi. Formaðurin, Brandur Jacobsen, dugdi væl at greiða frá. Í sólskininum hendan morgunin fingu næmingarnir eisini høvið at spæla fótbólt og onnur stuttlig spøl á vøllinum í Norðragøtu. Síðani vitjaðu næmingarnir úr Íslandi og Danmark saman við vertum teirra úr Føroyum býráðshúsið hjá Eystur Kommunu, har borgarstjórin, Per Martin Gregersen, tók ímoti og greiddi frá – og arkitekturin, Ósbjørn Jacobsen úr Gøtu kom á gátt at greiða frá sínum virksemi. Umframt at hava teknað býráðshúsið í Eysturkommunu, hevur hann eisini verið við til at samskipað og standa fyri arbeiðinum, tá ið Henning Larsen Arkitektar bygdu stóra og heimskenda Operahúsið í Reykjavík, Hørpu. Til seinast hendan góðveðursdagin fingu næmingarnir eisini høvið at uppliva gamla býlingin í Norðragøtu, har Árant Hansen greiddi væl frá gomlu bygningunum og gerandislívinum, sum hevur verið í Norðragøtu í gomlum døgum. Eystur Kommuna var eisini so fryntlig, at hon bjóðaði øllum næmingunum eina góða pizzamáltíð um kvøldið á Bowling í Leirvík. Tað vóru næmingarnir og lærarar teirra fegin og sera takksom fyri. Og so varð farið at bowlað.




Risin og Kellingin royndu eisini at knýta lond saman á sinni
Seinasta fyrrapartin á túrinum varð útferð gjørd til Eiðis og Gjáar í allar besta sólskini. Tað varð vakurt at síggja gjónna við Gjógv og uppliva Føroya hægsta fjall, Slættaratind í morgunsólini. Steðgað var sjálvandi við Risan og Kellingina. Áðrenn farið var avstað av Kambsdali hendan morgunin, høvdu allir næmingarnir í Nord Plus-skúlasamstarvinum fingið eina sera forkunnuga og áhugaverda barnabók – ‘Spell at Sólin Kom Upp’ á teirra egna máli – íslendskum, donskum ella føroyskum – sum eitt minni um Nord Plus-vikuna í Føroyum. Rithøvundurin, Martin Næs, hevur skrivað bókina við støði úr søgnini um Risan og Kellingina, ið ætlaðu at draga Føroyar til Íslands – ein søgn, sum faðirin av føroyska skriftmálinum, W. U. Hammershamib, upprunaliga festi á blað. Martin Næs ynskti at bjóða øllum næmingunum eitt eintak av vøkru barnabókini, sum Olivur við Neyst hevur teknað myndirnar til. Íslendsku útgávuna av bókini hevur kona Martin, Tóra Tóroddsdóttir, umsett úr føroyskum til íslendskt. Tey bæði – Martin og Tóra – hava alt sítt lív arbeitt við at fremja samstarv millum ísland, Føroyar og Danmark. Ja, forseti íslands heiðraði á Bessastøðum fyri nøkrum árum síðani Martin og Tóru fyri teirra stóra arbeiði at týða bøkur úr føroyskum til íslendskt og umvent.
Við toki til Odense
Í september gekk so leiðin hjá N23X til Danmarkar og Odense. Ferðast var fyrst við flogfari og so við toki úr Keypmannahavn tvørtur um Stórabelt til Odense. Føroyska ferðalagið varð væl móttikið á tokstøðini í Odense – og tveir tímar seinni kom so eisini íslendska ferðalagið.

Í Odense bleiv arbeitt við ævintýrum hjá H.C.Andersen, og síðani vitjaðu næmingarnir glæsiliga H.C. Andersen-savnið í býnum, sum er bygt kring barnaheimið hjá kenda danska barnabókarithøvundanum. Vitjað bleiv eisini á Norðuratlantiska Húsinum í Odense, har varðaleiðarin, Louise Jul, tók ímóti, greiddi frá virkseminum í mentanarhúsinum og vísti næmingunum runt í vakra bygninginum, sum liggur við havnina í Odense. Vitjað var eisini í stásiligu Dómkirkjuni í Odense – og sjálvandi spákaðu næmingarnir runt í miðbýnum – og hugdu eftir kendu standmyndini av H.C. Andersen uttanfyri dómkirkjuna. Ein áhugaverd vitjan á Víkingasavninum í Kerteminde hevur eisini fest seg í minnið hjá luttakarunum. Ein dagin vitjaðu næmingarnir eisini í djóragarðinum í Odense og eitt kvøldið varð Íshockeydystur á skránni í einari stórari høll. Talan var um ein evropeiskan dyst – millum hundarnar úr Odense og leyvurnar úr Zurich. Dysturin millum Odense Bulldogs og ZSC Lions úr Zurich endaði við at schweiziska liðið vann 4-2. Stemingurin millum næmingarnar var framúr, hóast heimaliðið tapti. Fleiri høvdu ongantíð sæð ein íshockey-dyst áður.
Eldgos, fossar og norðurlendsk tungumál á skránni
Punktum var so sett fyri verkætlanina í Reykjavík á hávetri, tá ið skúlarnir aftur hittust í besta vetrarveðri. Nú var tað flokkurin, B24D, sum gongur á øðrum ári á Kambsdali, ið vitjaði í Íslandi.
Á skránni vóru til dømis vitjanir í Altinginum, har forkvinnan í Sjálvstæðisflokkinum, Guðrun Hafsteinsdóttir, tók í móti, vísti runt og kjakaðist um politisk evnir við norðurlendsku næmingarnar; Næmingarnir úr Danmark, Føroyum og Íslandi koyrdu ein busstúr til Grindavíkar, har eitt eldgos í 2023 noyddi 3.700 fólk at flýggja úr býnum. Nøkur fá fólk eru síðani flutt aftur til Grindavíkar. Næmingarnir hoyrdu ein danskan íverkseta – sum eisini hevði búð fýra ár í Føroyum og tí dugdi eitt sindur av føroyskum – greiða frá lívinum í eldgosraktu bygdini, og hvussu tað var at reka fyritøku ‘mestsum omaná einum aktivum gosfjalli’. Eisini svumu næmingarnir í Bláa Lóninum, har hitin úr undirgrundini verður brúktur at hita vatnið við; skipað varð fyri samanskotsgildi á íslendska skúlanum, har eisini fleiri av íslendsku vertsfamiljunum møttu; og ein heilt serlig vitjan bleiv gjørd á ‘Verøld Vígdisar’, sum er ein málstovnur á Íslendska Fróðskaparsetrinum, til heiðurs fyri forseta Íslands í 16 ár, Vígdis Finnbogadóttir, og sum er eitt slag av interaktivum savni um heimsins tungumál. Eitt sera áhugavert stað, har ein dugnaligur rundvísari og næmingur á stovninum greiddi frá og rúnabant spentu næmingarnar. Sjálvandi vitjaði næmingahópurin eisini Gullfoss, Geysir og Thingvellir – sum eru millum náttúruvakrastu støð í Íslandi – og nakrir næmingar fingu eisini høvið at geva íslendskum rossum at eta á leiðini til Gullfoss. Og á vegnum steðgaði bussurin eisini, so ferðalagið kundi vitja Gljúfrasteinn, sum er heimið hjá íslendska skaldinum, Haldor Laxness. Kendi íslendski rithøvundin fekk Nobel heiðurslønina fyri bókmentir í 1955. Á veg út á flogvøllin í Keflavík, náddi føroyski flokkurin eisini at hyggja inn í Hallgrímskirkjuna á heimferðardegnum.

Hetta var ein í allar mátar áhugaverd Nord Plus-verkætlan, sum næmingar og lærarar fara at minnast aftur á við gleði. Í flestu førum búðu nåmingar úr trimum londum saman, og vertsnæmingarnir gjørdu sær eisini ómak at vísa gestum sínum, hvat ið tey takast við í frítíðini. Næmingarnir hava í blandaðum norðurlendskum bólkum gjørt áhugaverdar stuttfilmar, sum vísa, hvat ið tey fingu burturúr samstarvinum.
