Sjóvar kommuna
Kommunustýrisfundur 18.06.2026, kl. 17:00
Mál nr.: 104-3-2026, broyting í kommunustýrisskipan
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Onnur viðgerð av broyting í kommunustýrisskipan
Mál nr.: 544-6-2026, 30 km. øki fyri Strendur
Reist av: Evu Andersen
Málslýsing: Heitt verður á kommununa um at gera alla bygdina Strendur til 30 km. øki, soleiðis, at tað ongastaðni verður loyvt at koyra meira enn 30 km/t. Tøkni- og býarskipanarnevndin tekur undir við uppskotinum, og leggur tilmæli fyri kommunustýrið.
Mál nr.: 544-8-2026, gøta millum Kolbeinagjógv og Strendur
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Gøta eftir gomlu farleiðini (bygdagøtuni) millum Kolbeinagjógv og Strendur. Kommunustýrið hevur sett pening av á FÆ26 at gera gøtu eftir gomlu farleiðini (bygdagøtuni) millum Kolbeinagógv og Strendur.
Heygshagi eigur lendið, har farleiðin gongur, og hagastýrið fyri Heygshaga hevur, útfrá umsókn frá Sjóvar kommunu, játtað umsóknini um, at gøta verður gjørd eftir farleiðini, treyta av, at kommunan ber allan kostna av íløgu og viðlíkahaldi.
Trivnaðar- og umhvørvisnevndin mælir til at fara í gongd við verkætlanina. Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðar- og umhvørvisnevndini. Peningur er tøkur á RS-671. Lagt fyri kommunustýri.
Mál nr.: 328-4-2022, ítróttarhøll á Strondum
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Veljast skal bygginevnd til bygging av ítróttarhøll á Strondum.
Mál nr.: 104-5-2026, umsókn um at verða loystur úr nevndarsessum
Reist av: Jóhan H. Funn
Málslýsing: Umsókn um at verða loystur frá nevndarsessum í kommunustýrinum.
Í samband við, at Jóhan H. Funn er settur í starv sum byggifrøðingur í Sjóvar kommunu, heitir hann á kommunustýrið um at loysa seg frá nevndarsessum, hann sum kommunustýrislimur er valdur í.
Mál nr.: 104-7-2026, velja nevndir av nýggjum
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Uppskot um at lækka um talið av nevndum. Skotið verður upp at taka hesar nevndir av:
Tøkni- og býarskipanarnevnd
Trivnaðar- og umhvørvisnevnd
Mentanar- og frítíðarnevnd
Vinnu- og havnanevnd
Mælt verður til, at hesar nevndir verða valdar í staðin:
Trivnaðar- og umhvørvisnevnd
Tøkni- og vinnunevnd
og, at velja nevndarlimir í nýggju nevndirnar, umframt, at manna fíggjarnevndina av nýggjum.
