Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
11.06.2026 12:46

Framløga um grønmetisvelting og stovnandi aðalfundur

Í kvøld, hóskvøldið 11. juni kl. 18:30, verður stovnandi aðalfundur í bygdahúsinum á Strondum hjá “Vakstrarøkinum á Strondum”.

Skrá:

  • Val av fundarstjóra
  • Val av skrivara
  • Framløga av endamáli felagsins
  • Viðgerð og samtykt av viðtøkum
  • Val av nevnd
  • Áseting av limagjaldi
  • Ymiskt

Áðrenn aðalfundin kemur umboð frá Veltuni at hava framløgu um arbeiði hjá teimum, um hvat riggar væl at vaksa í Føroyum, og annað viðkomandi innan grønmetisvelting.

Øll áhugað eru vælkomin.

Vinarliga
Stovnandi bólkurin