MRCC upplýsir, at ein stuttleikabátur misti EPIRB fyri borð við Hestoynna um kvøldið tann 8 juni.
Leitað var eftir EPIRBinum av báti, uttan at finna nakað. EPIRBurin helt á at senda, og órógvaði hetta neyðfrekvensin, serliga hjá Vága Floghavn.
Um morgunin 9. juni bleiv tyrla send at leita eftir EPIRBinum, og varð hesin funnin og tikin upp av tyrluni og sløktur.
