Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
05.06.2026 12:22

Írski sendiharrin vitjað formannin í Uttanlandsnevndini

Írski sendiharrin í Keypmannahavn, Kyle O´Sullivan og formaðurin í Uttanlandsnevndini, Jørgen Niclasen. Mynd: Løgtingið

Løgtingið

Írski sendiharrin í Keypmannahavn, Kyle O’Sullivan, vitjar í hesum døgum í Føroyum. Í hesum sambandi hitti hann eisini formannin í Uttanlandsnevndini, Jørgen Niclasen.

Sendiharrin vitjar í Føroyum í sambandi við, at Írland frá 1. juli 2026 tekur við formansskapinum í Ráðnum í Evropeiska Samveldinum (ES). Írland er í ferð við at leggja til rættis skránna og arbeiðið fyri komandi formansskapin.

Í hesum sambandi legði formaðurin í Uttanlandsnevndini dent á ynskið hjá Føroyum um at fáa ein fríhandilssáttmála í lag við ES.

Onnur áhugaverd evni vórðu eisini tikin upp á fundinum, eitt nú støðan viðvíkjandi føroyskum limaskapi í Heimshandilsstovninum (WTO). Týdningurin av limaskapi í egnum navni varð umrøddur.

Harafturat skiftu sendiharrin og formaðurin í Uttanlandsnevndini orð um Erasmus+-skipanina, sum Føroyar enn ikki eru vorðnar partur av.

Spjaldur