Ternan
Flogbóltsfelagið Ternan hevur sett Arthur D. Poulsen sum høvuðsvenjara hjá kvinnuliðnum fyri komandi kappingarár.
Arthur hevur drúgvar royndir innan føroyskan flogbólt og hevur áður verið venjari hjá bæði TB og KÍF. Umframt leiklutin sum venjari verður hann eisini partur av mansliðnum hjá Ternuni.
Í Ternuni fegnast vit um, at felagið aftur hevur bæði kvinnur og menn í bestu deildini. Setanin av Arthur er eitt týdningarmikið stig í arbeiðinum at skapa góðar karmar kring kvinnuliðið og styrkja felagið sum heild.
– Vit hava arbeitt miðvíst fyri at finna rætta profilin til kvinnuliðið, og vit eru fegin um, at Arthur hevur játtað at taka uppgávuna á seg. Hann hevur nógvar royndir sum venjari og kennir føroyskan flogbólt, sigur Bjørt í Grógv, forkvinna í Ternuni.
Ternan væntar eisini at kunna kunngera nýggjan venjara og leikara til mansliðið heilt skjótt.
