Løgtingið
Spanski sendiharrin í Danmark, Salvador Rueda Rabanal, vitjar í Føroyum í hesum døgum. Í hesum sambandi hitti hann eisini Johan Dahl, løgtingsformann og formannin í Uttanlandsnevndini, Jørgen Niclasen.
Løgtingsformaðurin og sendiharrin skiftu eitt nú orð um søguligu bondini millum Føroyar og Spania á vinnuøkinum; fiskivinnu og skipasmíð. Harumframt skiftu teir eisini orð um, hvar møguleikar kunnu vera fyri øktum samstarvi landanna millum.

Mynd: Jørgen Niclasen, formaður í Uttanlandsnevndini og Salvador Rueda Rabanal, spanskur sendiharri í Danmark.
Á fundinum millum formannin í Uttanlandsnevndini, Jørgen Niclasen, og Salvador Rueda Rabanal, spanska sendiharran í Danmark, vórðu eitt nú handilsviðurskiftini millum Føroyar og ES umrødd. Í hesum sambandi nýtti formaðurin í Uttanlandsnevndini høvið at vísa á góðu gongdina við vaksandi út- og innflutningi millum Føroyar og Spania. Eisini varð týdningurin av fríhandilssáttmálum nevndur og umrøddur. Formaðurin í Uttanlandsnevndini legði dent á týdningin fyri Føroyar at fáa útskift handilssáttmálan við ES við ein fríhandilssáttmála. Hann vísti á, at umleið helvtin av bæði út- og innflutningi Føroya er til og úr ES.
Sendiharrin spurdi eisini um støðuna í sambandi við Føroyar og Russland. Her vísti formaðurin í Uttanlandsnevndini á, at Føroyar hava sett somu avmarkingar í verk mótvegis Russlandi, sum ES hevur sett í verk – tiltøk, ið ikki umfata mat.
Eisini var trygdarstøðan í Evropa umrødd, herundir týdningurin av, at Evropa styrkir verjustøðuna, og um týdningin av einum sameindum Nato
Salvador Rueda Rabanal hevur verið spanskur sendiharri í Danmark síðani í fjør.
