Birkblog
Ummæli: Eyðun sigur, at ellinta oktobur í fjør mistu vit okkara góða vin, Hanus G. Johansen. – Steintór og eg hava gjørt ein sang í andanum hjá Hanusi og Poul F um ørandi elskhug, sum illa letur seg tálma. So er terminali karmurin settur. Hann ger sangin syrgnan, men innvovni reyði tráðurin, og ikki minst leveringin, framførslan og sangstílurin, eru varisliga sjálvspeiandi á ein elegantan hátt, serliga í útganginum á hvørjum ørindi, har Eyðun rakar ein djúpt breiðari tóna og úttrykk, enn eg fyrr havi hoyrt. Hesin breiði pensilin spælir undirfundiga væl upp til melankolska siðbundna vísutónan, ið liggur til grund fyri bæði orðum, instrumentering og lagi.
Les Meira beint her: Av øllum verður lovað
