Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða

Metingarfólk og meklari til Betri Heim

Umsóknarfreist: 11.06.2026

Vit sóknast eftir dugnaligum starvsfeløgum til Betri Heim, sum vilja vera við til at mynda føroyska bústaðarmarknaðin.

Hjá Betri Heim ráðgeva og vegleiða vit í sambandi við sølu og keyp av fastari ogn. Við fakligari dygd, áliti og drúgvum royndum tryggja vit, at bæði seljari og keypari kenna seg væl ígjøgnum alla sølugongdina. Vit hava fingurin á pulsinum og umboða ein stóran part av føroyska bústaðarmarknaðinum.

Okkum tørvar tveir nýggjar starvsfelagar, eitt metingarfólk og ein meklara.

Metingarfólk

Vit leita eftir einum skipaðum og samstarvsfúsum starvsfelaga, sum saman við okkara meklarum gevur sítt týðandi íkast til at veita kundunum eina góða tænastu. Arbeiðið fevnir m.a. um virðismeting, skráseting av bygningum og hagtalsarbeiði.

Vit ímynda okkum, at tú hevur viðkomandi útbúgving og royndir, har útbúgving í byggivinnuni er ein fyrimunur. Eisini er týdningarmikið, at tú:

  • ert fyrikomandi og dugir væl at samstarva,
  • hevur áhuga fyri bústaðarmarknaðinum,
  • hevur gott eyga fyri tølum og smálutum,
  • hevur ans fyri góðari tænastu og handli.

Meklari

Dámar tær væl at mekla, vegleiða, ráðgeva og veita góða tænastu? Sum meklari í Betri Heim fært tú m.a. ábyrgd av at taka ognir inn til sølu, skipa fyri framsýningum, samskifta og mekla við seljara og keypara, til ognin er seld. At virðismeta fastognir er eisini ein stór uppgáva í hesum starvinum.

Tú ert andlitið hjá Betri Heim úteftir og hevur møguleika at seta títt egna fingramerki á kundaupplivingina.

Tað er ein fyrimunur, men ikki ein treyt, at tú ert ognarmeklari. Tað er tó alneyðugt, at tú hevur áhuga fyri bústaðarmarknaðinum. Harumframt vænta vit, at tú:

  • brennur fyri góðari kundatænastu,
  • hevur gott eyga fyri smálutum og sært møguleikar,
  • ert fyrikomandi og dugir væl at samstarva,
  • hevur ans og hug til tænastu og handil.

Eitt betri starv

Vit bjóða tvey spennandi størv í einum virkisfúsum arbeiðsplássi við dugnaligum starvsfeløgum, góðum arbeiðsumstøðum og møguleikum fyri at menna seg bæði fakliga og persónliga.

Trívist tú við nógvum ymiskum uppgávum, arbeiða við tíðarfreistum og í einum arbeiðsdegi við nógvari ferð? So er tað møguliga tær vit leita eftir.

Talan er um føst størv, og lønin verður ásett eftir avtalu.

Hevur tú spurningar um størvini, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Káru á telefon 519101 ella á kad@betri.fo.

Umsóknarfreistin er 11. juni 2026

Ljóðar hetta áhugavert, ert tú vælkomin at senda umsókn, CV, prógv og onnur viðkomandi skjøl til Káru á Dunga, stjóra, á kad@betri.fo.

Starvið sum metingarfólk verður sett skjótast gjørligt, men vit bíða fegin eftir rætta umsøkjaranum, og starvið sum meklari verður sett frá 1. september.