Tíðindaskriv/ Mowi Faroes
P/F Mowi Faroes hevði í 2025 eitt ársúrslit eftir skatt á 120,4 mió. kr., samanborið við 88,9 mió. kr. árið fyri. Nettosølan vaks úr 607,9 mió. kr. í 2024 upp í 835,1 mió. kr. í 2025, meðan rakstrarúrslitið (EBIT) gjørdist 147,6 mió. kr.
Í 2025 rindaði felagið 43,1 mió. kr. í partafelagsskatti og 31,4 mió. kr. í tøkugjaldi. Harumframt hevði felagið 76 fulltíðarsett starvsfólk í miðal.
Felagið framdi íløgur fyri nærum 49 mió. kr. í 2025, serliga í framleiðsluútgerð og menning av virkseminum.
Mowi Faroes hevur harumframt eitt ynski um at fáa møguleika fyri einum aliøki afturat. Hetta hevði givið betri fortreytir fyri einum meira samanhangandi virksemi gjøgnum árið, styrkt rakstrarligu fortreytirnar og skapt grundarlag fyri enn fleiri arbeiðsplássum og øktari virðisskapan í Føroyum.
Mowi Faroes væntar framhaldandi støðugt virksemi í komandi árum. Sambært leiðsluni verður dentur lagdur á sjúkufría framleiðslu, lágar framleiðslukostnaðir og framhaldandi menning av góðskuni. Í 2026 fer felagið at seta smolt út á Sandsvág, Haldórsvík og Fossá.
