Í dag er triðji og seinasti dagurin á Atlantic Fair 2026, sum hevur verið hildið í Klaksvík frá døgunum 19-21. mai.
Í ár eru somuleiðis 25 ár liðin síðan Føroya fyrsta altjóða sjóvinnuframsýning fór av bakkastokki. Hetta er tólvta ferðin, at hon verður hildin. Tær fyrstu mongu ferðirnar bar hon navnið North Atlantic Fish Fair, men síðani 2015 hevur hon verið marknaðarførd sum Atlantic Fair.
Í ár hava framsýnarar verið úr Føroyum, Danmark, Spania, Belgia, Noregi, Stórabretlandi, Noregi, Svøríki, Portugal, Fraklandi, Týsklandi, Íslandi, Schweiz og Hollandi, umframt framsýnarar úr Japan og USA.
Avgjørt er at Atlantic Fair verður aftur í Klaksvík í 2028.
Myndir: Pætur E. Jacobsen/ Eyp.fo




























