Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
15.05.2026 18:21

Væl eydnaður landsfundur hjá Miðflokkinum og nýggj floksstjórn vald

Mynd: Miðflokkurin

Tíðindaskriv/ Miðflokkurin

Miðflokkurin hevði farna vikuskiftið landsfund, har nógv fólk vóru savnað til ein gevandi og innihaldsríkan dag. 

Landsfundurin var eyðkendur av góðum práti og breiðari undirtøku. Tey uppmøttu vístu stóran stuðul og staðfestu vilja til at halda fram við at menna flokkin. 

Ein serligur partur av skránni var, at Steffan nú helt sína fyrstu røðu sum formaður. Røðan varð væl móttikin, og nógv nýttu høvið at heilsa upp á bæði Steffan og Jenis í samband við leiðslubroytingina. 

Í hesum sambandi varð eisini skipað fyri einum hugnaligum hátíðarhaldi, har dentur varð lagdur á at takka fyri farna arbeiði og samstundis markera eina nýggja tíð fyri flokkin. 

Á landsfundinum varð eisini ein nýggj floksstjórn vald. 

Floksstjórnin skipar seg komandi dagarnar. Hon er mannað soleiðis: 

• Steffan Klein Poulsen 

• Rana A. Skaalum 

• Finngerð Djurhuus Olsen 

• Mattias Ljósheim 

• Tummas Pauli Mýri 

• Markus Mortensen 

• Sámal Hanni Lognberg 

• Margretha Kjærbæk

Spjaldur