Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
21.02.2023 13:36

Saman men hvør sær – bygdirnar Skipanes og undir Gøtueiði

Mynd: Undir Gøtueið og Skipanes (Reidar Joensen, Photography)

Fleiri vita ikki av tí, ella geva tí ikki ans. Onnur kenna aðra, meðan hina hava tey ikki hoyrt um.

Tær verða eisini mangan mistiknar at verða ein og sama bygd.

So stutt er millum bygdirnar báðar – undir Gøtueið og Skipanes, at tey so at siga kunnu standa í túninum og spýta ella pissa yvirum hjá hvørjum øðrum.

Undir Gøtueið hoyrir nevniliga til Eystukommunu, meðan Skipanes hoyrir til Runavíkar kommunu. Markið millum bygdirnar er Eiðisá.

Per Martin Gregersen borgarstjóri undir Gøtueiði og Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri á Skipanesi (Mynd: Torbjørn Jacobsen)

Tey umleið 30 fólkini sum búgva undir Gøtueiði rópa seg fyri gøtufólk, meðan grannarnir á Skipanesi halda við NSÍ. Skúlabørnini undir Gøtueiði ganga í skúla í Gøtu/Leirvík og í Fuglafirði, meðan tey á Skipanesi ganga í skúla við Skálafjørðin.

Til stuttleika hevur verið sagt, at á Skipanesi vóru eftirnøvnini ymisk alt frá Konoy, Østerø, Skibenæs og Skipanes, meðan undir Gøtueiði var tað meira einfalt, har itu tey antin Joensen ella Poulsen. Soleiðis er tað nokk ikki longur, hóast ein vissur sannleiki man verða í tí.

Torbjørn Jacobsen borgarstjóri á Skipanesi og Per Martin Gregersen, borgarstjóri undir Gøtueiði (Mynd: Torbjørn Jacobsen)

Lítla bygdin á Skálafjørðinum, ið ber navn eftir hvar hon liggur – undir Gøtueiðinum – er frá umleið 1860 og er sostatt yngri enn hinar gøtubygdirnar. Bygdin er vaksin saman við Skipanesi, ið er partur av Runavíkar Kommunu.

Skipanes er ein niðursetubygd frá 1839 og fyrstuferð við í fólkateljing sum Skipanes í 1845. Bygdin telur í dag áleið 55 fólk. Sambært søgnini hevði Tróndur í Gøtu vetrarhavn inni við Skipanes.

Søgnin sigur, at við Skipanes høvdu Gøtuskeggjar, sum vit kunnu lesa um í Føroyingasøga, skip síni líggjandi.

Andreas Weihe sigur soleiðis í “Søga og søgn” frá 1933: “Áðrenn norðmenn komu til Føroya, sigast tríggjar írskar slektir at hava búð umvið ein kilometur fyri innan Skipanes. Søgnin sigur, at seinni skuldu hesar slektir saman við øðrum vera fluttar heilt inn í botnin.”

Mynd: “Írakøstar” (Tjóðsavnið, Model Helgi D. Michelsen)

Ein onnur søgn, sum eisini hevur tilknýti til bygdirnar er “Kongsmaðurin“.

Andreas Weihe skrivar soleiðis í “Søga og søgn“:

Eftir munnligari frásøgn fór Óli Mikkjalsson, bóndi í Syðrugøtu, niður til kongs upp á landsins besta. Hetta skuldi vera í 17. øld, tá livdu føroyskir bøndur undir tungum skattabyrðum. Óli var væl umtóktur í Føroyum og var roknaður at vera millum frægastu skilamenn tá í tíðini.

Úrslitið av ferðini var, at kongur sendi ein av sínum monnum til Føroya, og vórðu tá menn stevndir at koma saman í Syðrugøtu til at ráðleggja um landsins viðurskifti: løgmaðurin í Føroyum, løgrættismenninir og ein bóndi úr hvørjari bygd.

Dagstevndan dag kom kongsmaðurin saman við løgmanninum úr Havn inn á Skipanes – Skipanes, ið fekk sítt navn, av tí at Gøtu Tróndur legði at har við sínum skipum og har hevði neyst til teirra. – Óli Mikkjalsson hevði sent báðar synir sínar við rossum til kongsmannin og løgmannin. – Teir fingu so hvør sítt ross at ríða á – dreingirnir leiddu tey.

Eiðisá er markið millum bygdirnar báðar (Kortal.fo)

Tá ið teir vóru komnir niðan á Gøtueiði, helt kongsmaðurin, at hann sjálvur kundi stýra hestinum, men sonur bóndans segði, at hesturin var lítið vanur at vera brúktur til at ríða á; best mundi vera, at hann leiddi hestin. Men hetta dámdi ikki kongsmanninum, og hann læt sær ikki eftirlíka. Kongsmaðurin fekk sín vilja, tók sjálvur bokslið og fór ríðandi á hestinum. Men tað gekk, sum drongurin hevði sagt, hesturin gjørdist alt fyri eitt styggur og fór stórleypandi eystur um Hólheygar og norður eystan fyri teir. Tá ið drongurin sá hetta, tók hann at renna eystur millum teir norðastu Hólheygar og var tá fyri hestinum har og tók hann í ferðini.

undir Gøtueið og Skipanes (Eystur.fo)

Tá ið hesturin fór stórleypandi, var kongsmaðurin reiðuliga illa við. Nú sá hann, at drongurin hevði rætt, og var hann ivaleysur í, at vandi var fyri hond, nú hesturin fór at renna omaneftir móti Syðrugøtu. Men tá ið drongurin – ið var hin eldri beiggin – hevði steðgað hestinum, sigur kongsmaðurin: “Ert tú slíkur maður, skal eg løna tær, hetta bragdið skalt tú ikki hava gjørt fyri einki.”

Tá ið nú menninir vóru komnir saman á garðinum hjá Óla, sessaðist løgrætturin í glasstovuni, bøndurnir vóru í roykstovuni og í fjósinum, so mangir sum inn sluppu, hitt fólkið stóð uttanfyri.

Eftir fyriskipan av løgrættinum kom hvør bóndi fram og gav upp støddina av garði sínum og skattabyrðunum. Tá kom í ljósmála, at teir, ið høvdu kravt leiguna, høvdu kravt ov mikið. Eftir ta tíð var leigan lækkað, og søgnin er, at henda leigan er grundarlagið fyri henni, ið nú verður latin.

Tá ið kongsmaðurin fór avstað, vendi hann sær til drongin, ið hevði bjargað honum, og segði við hann: “Ta tíð, tú kemur at hava garðin, skalt tú ongar útreiðslur hava av honum”.

So næstu ferð ein leggur leiðini handanvegin, so er at minnast til, at bygdirnar eru tvær og at ein koyrur í gjøgnum tvær kommunur – Runavíkar kommunu og Eysturkommunu. Og koyrur ein 50 km/t, so tekur bert áleið 25 sekund at koyra í gjøgnum báðar!