Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
12.05.2026 14:14

Filmsfagnaður á Miðnám á Kambsdali

Miðnám á Kambsdali

Fríggjadagin 8. mai var árligi filmsfagnaðurin á skránni á Miðnámi á Kambsdali, har filmsverkætlanirnar hjá næmingunum í miðlakunnleika vóru sýndar í Aulu skúlans. 

Í ár kappaðust 6 filmar um heiðurin at gerast besti stuttfilmur. Áskoðarnir komu eisini upp í part, tí tá allir filmarnir vóru vístir, fingu áskoðararnir høvi at atkvøða fyri, hvør filmur skuldi fáa áskoðaraviriðslønina.

Ársins stuttfilmur gjørdist “Desperatión”, sum næmingar í N25x høvdu framleitt.

Mynd 2

Vinnarir av besta stuttfilmi: Ranja Joensen, Karina Nysted, Cassandra Ayenna Petersen og Dávid Højgaard.

Áskoðaravirðislønin fór til filmin  “Kjallarin”, sum næmingar úr B23b og B25a høvdu framleitt.

Mynd 1

Vinnarir av áskoðaravirðislønini: Prima Mejares Højgaard, Jóhan Johansen og Selma Hansen (Jónleyg Mikaelsdóttir Bisp manglar á myndini).