Í dag varð kappróðrarárið 2026 skotið í gongd, tá ið fyrsta kappingin av tveimum, Ódnartøk 2026, fór av bakkastokki í Norðragøtu.
Heili 59 manningar høvdu meldað seg klárar til start í dag. Harav 32 dreingja- og mannfólkamanningar og 27 gentu- og kvinnumanningar.
Størstu riðlanir í dag vóru í barnaróðrunum hjá bæði gentum og dreingjum.
Leygardagin 16. mai verður seinna Ódnartakið hildið á Eiði.
Myndir: AO Projects/Eysturoyarportalurin







































Stuðla umrøðuni av Ódnartak 2026 hevur:
BMT sp/f
