Í góðveðrinum seinnapartin í dag var hátíðarhald í nýggja kappróðrarneystinum hjá kappróðrarfelagnum Tindi í Norðragøtu.
Stóra og prýðuliga listaverkið eftir Livari Nysted, sum hevur fingið navnið “Kongen” saman við tríbekkurin, sum bátasmiðurin John Høgnesen smíðaði til EuroSkills í september í fjør, sum hevur fingið navnið “Frederik X“, vóru avdúkað.
Fitt av fólkið høvdu leitað sær í snotuliga kappróðrarneystið, har nýggi mentamálaráðharrin, Bárður á Lakjuni, helt røðu og hugleiddi um føroyska bátin og føroyska siðaarvin.
Eisini hevði borgarstjórin í Eysturkommunu, Per Martin Gregersen, John Høgnesen, bátasmiður og formaður í kappróðrarfelagnum Tindi, Hanna Jensen, forkvinna í mentanarnevndini í Eysturkommunu og Sigtór Petersen, stjóri í J&K Petersen og formaður í Havnar handverksmeistarafelag, orðið.
Aftaná var kaffi og okkurt søtt at fáa hjá teimum vitjandi.
Myndir: Eysturoyarportalurin





















































