Løgtingið
Løgtingsins Mentanarnevnd, Trivnaðarnevnd og Vinnunevnd hava í døgunum 5. – 6. mai 2026 verið vertur fyri vitjan av nevndum úr álendska lagtinget. Talan er um tvær álendskar nevndir Lag- och kulturutskottet ogSocial- och miljöutskottet, sum vóru á kunningarferð í Føroyum.
Løgtingsins Mentanarnevnd var og vitjaði álendska Lag- og kulturutskottet í Álandi fyri tveimum árum síðani.
Báðar tær álendsku nevndirnar vitjaðu Løgtingið umframt Norðurlandahúsið saman við Mentanarnevndini og Trivnaðarnevndini.
Lag- och kulturutskottet vitjaði harumframt saman við Mentanarnevndini Ítróttarsamband Føroya, Kringvarp Føroya, Skúlan á Fløtum, Glasir og Fróðskaparsetrið.

Mynd: Carina Strand, skrivari, Hallur Markná, skrivari, Liljan Weihe, Anders Holmberg, Regin Marnerson, skúlastjóri, Súsanna Bertholdsen, forkvinna, Henrik Löthman, Sandra Listherby, forkvinna, Martin Karl Olsen, 1. varaskúlastjóri, og Bjarni K. Petersen

Mynd: Á vitjan í Glasir. Høllin har lesandi á bilbreyt halda til.
Social- och miljöutskottet vitjaði saman við Trivnaðarnevndini Almannaverkið, Heilsustýrið, Landslæknan og Landssjúkrahúsið.

Mynd: Annette Holmberg-Jansson, Grímur Sundstein, Mogens Lindén, Per Busk, sjúkrahússtjóri á Landssjúkrahúsinum, Christian Wikström, Sámal Petur í Grund, Liz Mattsson, Tummas í Garði, varastjóri við læknafakligari bakgrund í Sjúkrahúsverkinum, Robert Mansén og Magni Højgaard.

Mynd: Tummas í Garði greiðir frá.
Báðar tær álendsku nevndirnar vitjaðu saman við Vinnunevndini og Mentanarnevndini Umhvørvisstovuna, Förka og SEV.
