Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
07.05.2026 17:14

Støðug rakstrargongd og burðardygg átøk í 2025- IRF vinnur Verdensmålsprisen 2026

- IRF á Hagaleiti – ársaðalfundur 30. apríl 2026 (Mynd: IRF)

Tíðindaskriv/IRF

IRF hevði ársaðalfund 30. apríl 2026. Ársúrslitið fyri 2025 varð 3,9 mió. kr., sum er áleið tað sama sum í 2024. Í 2025 tók IRF ímóti og hagreiddi 37.864 tons av burturkasti – ein øking á 4,8% samanborið við 2024. Nøgdirnar til brenning minkaðu, meðan endurvinningarnøgdirnar øktust. Hetta eru tekin um eina burðardygga gongd, men samstundis øktust nøgdirnar at tyrva, serliga vegna munandi meira tungt tyrviburturkast.

Sum fyrsti føroyski renovatiónsfelagsskapur nakrantíð hevur IRF júst vunnið viðurkenda heiðurin “Verdensmålsprisen 2026”. IRF móttók stórfingnu kunningina á sjálvum aðalfundinum.

Støðugt úrslit og stórar íløgur
Rakstrarúrslitið 2025 gjørdist 3,9 mió. kr., sum er tað sama sum í 2024, men betri enn mett í rakstrarætlanini. 

Bruttoúrslitið fyri 2025 varð 80,2 mió. kr., ið er 2,4 mió. kr. betri enn í 2024. Inntøkurnar eru 5,8 mió. kr. meira enn mett, og útreiðslurnar eru 4,9 mió. kr. meira enn mett frammanundan. Í 2025 gjørdi IRF íløgur fyri tilsamans 39,8 mió. kr., serliga í nýggju panthøllina í Sandavági, har íløgurnar vóru 32,6 mió. kr. samanlagt í 2025. Til samanberingar kann nevnast, at IRF í 2024 gjørdi íløgur fyri 11,7 mió. kr. Fíggjarstøðan javnvigar við 337 mió. kr. í 2025 samanborið við 308 mió. kr. í 2024.

Burturkastnøgdirnar – minni brenning, meira endurvinning
Í 2025 tók IRF ímóti 37.864 tonsum av burturkasti. Hetta er 4,8% meira enn í 2024, og oman fyri miðalnøgdirnar seinastu fimm árini. Av samlaðu burturkastnøgdum vórðu 59,0% brend, 24,4% fóru til endurvinningar og 16,6% vórðu tyrvd. Samanborið við 2024 svarar hetta til eina minking í brenning og eina øking innan bæði endurvinning og tyrving. 

Í 2025 minkaðu nøgdirnar til brenning við 641 tonsum, og endurvinningarnøgdirnar øktust við 562 tonsum. Samstundis øktust nøgdirnar at tyrva við 1.830 tonsum. Flestu tyrviburturkastbólkar minkaðu, men nøgdirnar av tunga tyrviburturkastinum, t.e. betongevju, sum er tengd at betongframleiðslu í byggivinnuni, og borievju, sum stavar frá jarðhitaboring, øktust munandi – við 2.441 tonsum. 

Útflutningur og endurvinning
IRF sendi í 2025 7.832 tons av endurvinningartilfari av landinum, sum er 1,9% meira enn í 2024 og oman fyri miðaltalið fyri seinastu fimm árini. Endurvinningarskipanin gav 0,5 mió. kr. í halli í 2025, millum annað vegna lægri prísir á plastvørum á altjóða marknaðinum og hægri flutningskostnað.

Avroð‑verkætlan vunnið Verdensmålsprisen 2026
2025 var eisini merkt av stóru verkætlanini “Tað, sum eftir er”, har IRF hevur sett sjóneykuna á at fyribyrgja matoyðsl og virðismeta føroysk avroð sum matrávøru. Verkætlanin fevndi um:

  • Serstøku bókina ”Tað, sum eftir er – smakkir úr og søgur um avroð”, sum varð útseld eftir bert 12 dagar
  • Fullsett tiltøk við smakkiroyndum og ókeypis rávørum 
  • Avroð.fo – heimasíðuna, sum knýtir føroyingar saman við bøndur, ið selja avroð. 


Verkætlanin hevur vakt stóran ans í Føroyum og uttanlands og hevur flutt almenna kjakið um føroyskt tilfeingi, burðardygd og matmentan.

Átakið hevur í 2026 vunnið viðurkendu virðislønina “Verdensmålsprisen 2026”, eftir at vera tilnevnt saman við tveimum donskum verkætlanum. Tað er danska vinnugreinafelagið Cirkulær, sum IRF er limur í, ið letur prísin á hvørjum ári. Hetta er fyrstu ferð, at ein føroyskur limur í Cirkulær fær hendan heiðurin. Les meira í tíðindunum hjá Cirkulær her.

Heimsmálsvirðislønin er ein viðurkenning av arbeiðinum at sameina fyribyrging, ringbúskap, burðardygd og mentan í einum føroyskum høpi.

Virðislønin er somuleiðis ein viðurkenning av, at verkætlanin hjá IRF stuðlar fleiri ST‑heimsmálum, millum annað burðardyggari nýtslu, minni CO₂‑útláti og størri sjálvbjargni. 

IRF arbeiðir framhaldandi við verkætlanini. Sjóneykan er nú sett á at betra um møguleikarnar hjá øllum føroyingum at keypa avroð frá bóndum kring landið umvegis eina fullfíggjaða bíleggingarskipan. 

ISO‑góðkenningar og CO₂‑hagtøl
Í 2025 vórðu innan‑ og uttanhýsis ISO‑skoðanir framdar, og allar deildir hjá IRF eru nú ISO‑14001‑góðkendar fram til juli 2028. IRF er harumframt síðani 2021 heimsmálsgóðkent fyri at hava sett ST‑heimsmálini í verk í umhvørvispolitikki felagsins. 

IRF arbeiðir eisini miðvíst við at menna ítøkilig CO₂‑hagtøl fyri øll burturkastsløg. Hetta arbeiðið fer at gagna bæði vinnulívi og myndugleikum í sambandi við ESG‑krøv og nýggja burturkastkunngerð.

Nýggja panthøllin
11. september 2025 varð nýggja panthøllin hjá IRF í Sandavági reist. Panthøllin er eitt týðandi stig í umleggingini av pantskipanini í Føroyum, og merkir, at vit nú eru eitt stórt fet nærri at seta nýggju landsfevndu pantskipanina í verk. Panthøllin verður eftir ætlan liðug í summar. Lógarbroyting og lýsing av kunngerð skulu til, fyri at virksemið kann byrja. Løgtingsvalið 26. mars 2026 seinkaði hesum nakað, men væntað verður, at skipanin verður sett í verk til heystar.

Ársfrásøgnin 2025 kann lesast her.

Spjaldur