Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
06.05.2026 11:50

Tjóðsavnið havt royndargraving við Prestá

Mynd: Eysturoyarportalurin

Tjóðsavnið hevur í døgunum 4. og 5. mai havt royndargraving, við Prestá á Skála.

Úrslitið gav onga ábending um at gamlar toftir ella mannagjørdar grótlaðingar eru í økinum.

Ætlanin var at kanna um tað vóru gamlar toftir eftir bygningum, sum so kundu undirbygt søgnina um eina kirkju sum skal hava staðið á staðnum.

Men einki var at síggja í hesum grevstrinum. Grivið var í tveimum økjum, ein omanfyri gøtuna og ein niðanfyri gøtuna sunnanfyri Prestá, oman móti Prestodda.

Hóast at einki var at síggja í royndargravingunum, er ikki einstíðandi við, at eingin kirkja hevur staðið við Prestá. Men spurningurin er bert hvar hon hevur staðið.

Tað er bert søgnin um, at ein kirkja skal hava staðið har í ár 1500 og fyrst í 1600. Tað finst eingin frásøgn um hvar ein møgulig kirkja hevur staðið. Eldri fólk á Skála hava víst á fløtuna sunnanfyri ánna, og er tað har royndargravingin er gjørd, út frá skanningum hjá Tjóðsavninum og Munin, sum vístu á ymisk frávik í lendinum.

Eftir søgnini er Skála gomul kirkjubygd. Einasta heimild er søgn, sum Jacob Jacobsen ella Dr. Jakobsen hevur skrivað upp, tá Jústinus var løgmaður. 

Har lesa vit hetta brotið: “Tá stóð kirkja á Skála við ta ánna, sum rópast Kirkjuá. Men ein sunnudag í kirkjutíð kom eitt vatnlop (áarlop) so dáttliga. Tað tók kirkjuna út á sjógv, og øll, ið inni vóru, lótu lív. Tá var lovað, at har sum fyrsta sprekið av kirkjuni kom rekandi á land,  skuldi hon verða uppaftur bygd”.

Í viðmerkingunum til søgnina ger Dr. Jacobsen vart við, at eingin løgmaður, tað vit vita, hevur itið Justinus, og tann nevndi løgmaður má tí heldur vera Jógvan Justinussen, og um so er, er hetta hent í fyrra helmingi av 17. øld.  

Jógvan Justinussen var løgmaður frá 1628 til 1653. Eftir hesum at døma er kirkjan farin av áarlopi uml. 1650.

Les eisini: Fríøkið við Prestá og fornminni á Ytra Skála: “Vilja grava kirkjuna framaftur”

Myndir: Fríðøkið við Prestá & Eysturoyarportalurin