Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
05.05.2026 11:10

Fyrstu tøkini í kappróðrarárinum 2026 vera leygardagin

Savnsmynd: Turf Roof Productions/Eysturoyarportalurin

Í 2026 verða tvey Ódnartøk, bæði í mai mánaði.

Fyrstu tøkini í kappróðrarárinum 2026 verða tikin nú leygardagin 9. mai í Norðragøtu.

Leygardagin 16. mai verður seinna Ódnartakið hildið – og hesaferð verður róð á nýggjum stað, nemliga á Eiði.

Fyri fyrstu ferð nakrantíð verður skipað fyri kappróðrarkapping á Eiði undir leistinum hjá RSF. Tað er Eiðis Róðrarfelag, sum saman við Róðrarsambandi Føroya stendur fyri tiltakinum.

Ódnartøk hava seinastu árini ment seg til ein týdningarmiklan part av føroyska kappróðrarsummarinum, har bæði rógvarar og feløg fáa møguleika at royna seg í øðrvísi og spennandi kappingarformi.