Runavíkar Havn
Mikudagin 6. mai vitjar fyrsta ferðamannaskip í ár Runavíkar havn. Talan er um Ocean Explorer, sum kemur til Funnings.
Hetta er fyrstu ferð, at hetta skipið vitjar okkum, hóast onnur skip frá sama reiðaríi hava vitjað áður.
Skipið, sum varð bygt í 2021, hevur hendan túrin umleið 90 ferðafólk umborð. Ocean Explorer fer at liggja fyri akker uttanfyri bygdina, og ferðafólkini verða førd í land við gummibátum.
Lokala cruisetoymið er væl fyrireikað at taka ímóti bæði ferðafólki og manning.
Umboðsfelagið í Føroyum er Faroe Ship.
Vit gleða okkum til ein hugnaligan dag í Funningi, og ynskja Ocean Explorer hjartaliga vælkomið
