Gøtu kirkju ungdómskór
Heili 17 kór luttaka í ár, sum hesuferð er í Auluni á Miðnám á Kambsdali.
Til ársins kórfestival, tekur Gøtu Kirkju Ungómskór tykkum áhoyrarar við á eina ferð frá Føroyum til India.
Okkara kæri Kim Hansen verður ílatin ein ‘nýmótans’ kórbúna, við framførsluni av verkininum ‘Meistarin‘, við útseting eftir Símun Hammer, kórleiðara.
Men vit dáma væl at avbjóðað tykkum áhoyrarar,, so tí enda vit framførsluna við einum Indiskt inspireraðum verkið, eftir tónaskaldinum Ethan Sperry. Verkið byggir á ein Mixolydiskan skala, og yvirtóna teknikkir, og inniheldur eina rúgvu av ‘nonsens’ orðum, men sum øll geva meining, tá røddirnar saman imitera hvørja aðra.
Vit syngja sum nr. 10 á skránni. Konsertin byrjar kl. 16.00 og endar uml. kl. 18.30. Hvørt kór syngur í max 7 min.
Kórfestivalurin er ein konsert og kapping millum kórini, og kostar einans kr. 100 kr. Konsertin er ofta útseld, so tað vóna vit sjálvandi aftur hesaferð, nú so nógv kór luttaka. Kom og hoyr tað besta innan føroyskan kórsang komandi leygardag.
Vit gleða okkum til at spjaða nakað av sanggleði til tykkum sum koma at lurta.
Atgongmerkini til konsertina/kappingina kunnu keypast her: https://www.atgongumerki.fo/…/flott-og-fjoelbroytt…
