Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
04.05.2026 12:09

Gunnar og Poul skoraðu báðir

Mynd: Fótbólti.net

Tveir av føroysku fótbóltsútisetunum – Gunnar Vatnhamar og Poul Kallberg, skoraðu báðir í vikuskiftinum fyri lið sítt.

Í íslendsku bestu deildini var Víkingur Reykjavík við Gunnari Vatnhamar á vitjan í Keflavík. Úrslitið gjørdist ein 3-1 útisigur til Víkingur Reykjavík. Tað var annars Gunnar sum legði Víkingur Reykjavík á odda í 20 minutti, tá ið hann við høvdinum stútaði eitt horna í mál.

Eftir at 5. umfar í íslendsku deildin er leikt, er tað eisini greitt,at Gunnar Vatnhamar, á 3 sinni, er valdur á Vikuliðið.

Eisini Poul Kallsberg gjørdi um seg hetta vikuskifti. Hann byrjaði annars á bonkinum, tá ið lið hansara, Hillerød, møtti Lyngby á útivølli. Heimaliðið legið seg á odda, men Hillerød javnaði miðskeiðis í fyrra hálvleiki. Tann støðan helt sær heilt til inn í yvirtíðina, tá ið Poul Kallberg skeyt vinnandi málið. Hann var innskiftur í 72 minutti.