Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
30.04.2026 15:58

Meting fyri viku 19, 2026

Fiskamarknaður Føroya

Línuskip: Ísfiskalínuskipið liggur við bryggju, men fer helst út í næstum.  Trý frystilínuskip eru við Ísland og seks eru við Eysturgrønland. Eitt er á Flemish Kap. Eitt liggur við bryggju. Okkurt frystilínuskip landar í vikuni.

Útróður: Streymurin er harður, men batnar sum vikan gongur. Veðri verður gott fyri tað mesta, so tað verður nakað av útroðri.

Djúpvatnstrolarar. Ein er vestanfyri og fiskar mest av blálongu. Hinir liggja við bryggju, men vantandi fer onkur út um vikuskiftið.

Partrolarar: Fýra pør eru til fiskarí.  Tey flestu landa í vikuni. Tvey pør fiska gulllaks.