Føroya Politi
Í sambandi við, at fyrrverandi sýslumaðurin fyri norðurøkið, Jacob Vestergaard, er farin í landsstýrið, er Kári Thorsteinsson settur sum sýslumaður fyri norðurøkið.
Føroya Politi fegnast um, at Kári Thorsteinsson, sum er ein royndur sýslumaður, hevur átikið sær uppgávuna. Hann er fyribils settur í eitt ár frá í dag 1. mai 2026 at rokna.
