Løkshøll
Í annaðkvøld kl. 19.00 verður forkunnug frumsýning í Løkshøll av heimildarfilminum ELDUR, VATN, JØRÐ, LUFT í samstarvi við FNU.
Føroyingar eiga ein týðandi lut í filminum, sum er eitt norðurlendskt samstarv; Rógvi Rasmussen er ein av leikstjórunum, Jón Hammer er ein av framleiðarunum og fyrrverandi landsstýriskvinnan í umhvørvismálum, Ingilín D. Strøm er luttakari í filminum, umframt at upptøkur eisini eru gjørdar í Føroyum.
Filmurin varð frumsýndur í Danmark í mars á filmsfestivalinum CPH:DOX og hevur júst havt frumsýning í donskum biografum. Móttøkan hevur verið sera góð og lýsingarorð sum ‘Imponerende’, ‘Poetisk’, ‘Universel’ hava myndað yvirskriftirnar í donskum ummælum í Information, Politiken og øðrum miðlum. Eisini leggur onkur miðil upp til, at filmurin eigur at verða partur av lærutilfarinum í skúlunum.
Filmurin Eldur, Vatn, Jørð, Luft tekur okkum til fýra smá norðurlendsk lokalsamfeløg í Danmark, Noregi, Svøríki og í Føroyum. Her kannar filmurin, hvat hendir, tá kreppan flytur seg tætt upp at gerandisdegnum, og tað vísir seg, at týdningarmesta tilbúgvingin er grannalagið: tey, sum búgva beint við síðuna av okkum, og felagsskapurin, vit deila tvørtur um Norðurlond. Filmurin vísir, hvussu vit kunnu standa ímóti kreppum, tá vit velja at standa saman. Tað er ein vónrík frásøgn um, at gomul bond til náttúruna og til hvønn annan kunnu hjálpa okkum at finna nýggj felags svar í einum heimi í broyting.
Frumsýningin í Løkshøll er fyriskipað í samstarvi við FNU.
Luttakarar í orðaskiftinum:
Luttakarar í orðaskiftinum:
Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í heilsu- og orkumálum
Ingilín D. Strøm, fyrrverandi landsstrýriskvinna í umhvørvismálum
Birita F. Kjærbæk, næstforkvinna í FNU
Filmurin er 1 tíma og 25 min. og eftir sýningina verður kaffi og okkurt afturvið.
Til ber at keypa atgongumerki á loksholl.fo og við dyrnar.
