Hondbóltssamband Føroya
Hondbóltssambandið og byggivirkið Búsetur, hava skrivað undir og longt samstarvsavtaluna, har fyritøkan verður verandi ein av sjónligu stórstuðlunum hjá HSF fram til 2028.
Sjúrður Holm, stjóri í Busetri, var herfyri og vitjaðu Hondbóltsambandið við Tjarnir, har sáttmálin var undirskrivaður saman við Andrassi Thomsen, stjóra í Hondbóltssambandinum.
– Føroysku hondbóltur hevur veruliga prógvað at hann kann standa seg altjóða. Vit kenna okkum aftur í einum vælskipaðum arbeiðslagi, góðari ráðgeving og leiðslu, hetta sum krevst av einum sterkum toymi. Spennandi dystir og kappingar standa fyri framman, og har vilja vit gjarna framhaldandi vera við, viðmerkir Sjúrður Holm til sáttmálan.
– Vit fegnast stuðulin og fara vit undir tær komandi uppgávurnar við nærlagni, ábyrgdi og hava vit vónandi tað dygd sum krevst. Heimligu stuðlarnir eru ein av grundarsteinunum skulu vit framhaldandi tryggja nøktandi karmar og halda áfram við menningini, viðmerkir Andrass í sambandi við longda sáttmálan.
