Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða

Grannskoðari til Landsgrannskoðanina (tíðaravmarkað starv

Umsóknarfreist: 15.05.2026

Landsgrannskoðanin søkir grannskoðara til farloyvisstarv

Hevur tú áhuga fyri almennari fíggjarstýring, gjøgnumskygni og góðum arbeiðsháttum? Vilt tú vera partur av einum fakliga sterkum og sjálvstøðugum toymi? So kann starvið sum grannskoðari hjá Landsgrannskoðanini vera júst nakað fyri teg.

Um starvið

Talan er um eitt fulltíðar farloyvisstarv í 1 ár, við byrjan 1. juni 2026 ella eftir nærri avtalu. Sum grannskoðari arbeiðir tú við at grannskoða inntøkur og útreiðslur landskassans. Arbeiðið er sjálvstøðugt, áhugavert og fjølbroytt, og tú fært møguleika at arbeiða í einum umhvørvi, har faklig dygd og óheft arbeiði eru grundvirði.

Vit vænta, at tú:

• hevur útbúgving innan grannskoðan, roknskap, løgfrøði, KT ella líknandi

• dugir væl at skriva, serliga á føroyskum

• arbeiðir skipað og sjálvstøðugt

• hevur góð samstarvsevnir

Royndir frá almennari ella privatari fyrisiting eru ein fyrimunur, men ikki ein treyt.

Vit bjóða:

• eitt fakliga sterkt og professionelt arbeiðsumhvørvi

• spennandi og samfelagsviðkomandi uppgávur

• góðar arbeiðs- og menningarmøguleikar

Setanarviðurskifti

Løn og setanarviðurskifti verða ásett sambært sáttmála ímillum Fíggjarmálaráðið og avvarandi yrkisfelag.

Umsókn

Skrivlig umsókn við avritum av prógvum o.ø. skal sendast við telduposti til: postur@lg.fo

Umsóknarfreistin er 15. mai 2026, og starvið verður sett skjótast gjørligt.

Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at venda tær til Beintu Dam á tlf. 226301 ella við telduposti á:  beinta@lg.fo

Fyrispurningar verða viðgjørdir í trúnaði.