Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
25.04.2026 22:47

Tað gongur um fliðuna

Runavíkar kommuna

Røða nú felagskommunalur morgunmatur var í Ítróttarhøllini á Skála í morgun.

Tórbjørn Jacobsen

Sólin skínur á mentanarvikuna í Runavíkar kommunu. Tað kennist næstan sum, at hin Alvaldi signaði hesa vikuna við góðveðri, ið so nógv við góðum hugi hava lagt so nógva orku í skuldi gerast veruleiki. Onkur okkara hava hingið uppi í, sum mýrivengur, men leiðtogarar eru enn sum áður Kunningarstovan, mentanarsamskiparin, Gula smiðja og Bókasavnið við Løkin.

Í nøkur ár var vikan hildin seint á heysti, tað viðraði sjáldan, og fyri tað nógva var hon hildin í einum hálvum tvørmáti á 800 metrar frá kommunuskrivstovuni í Heiðunum. Vit valdu at sala um, vendu árinum við, og ynsktu at røkka út á ytstu mørk okkara, ella sum onkur einaferð tók til: Kommunan skal hugsast frá ytstu mørkum inn á miðjuna – og ikki øvut. Tað vælsignaða, sum eisini spurdist burturúr hesum, var, at ein staðbundin megi, eggjan og kveiking opinberliga spurdist burturúr hesi metamorfosu, sum veruliga hevur gagnað mentanarvikuni. 15 bygdir hava hvør í sinum lagt afturat varðanum. Greitt tekn um, at samfelagið er á tremur við megi og mátti, tað snýr seg bert um at fáa virknað í vøddarnar.

”Maðurin deyr ef þú tekur brauðið af honum, en hann visnar án drauma.” Menniskjan doyr, um tú tekur breyðið frá henni, men uttan dreymar fánar hon burtur. Soleiðis tekur Jón Kalman Stefánsson einaferð til, og í aðrari syftu sigur hann í bókini Harmur Einglanna: ”Hafi djöfullinn skapað eitthvað í Þessum heimi, fyrir utan peningana, þá er það skafrenningur uppi á fjöllum.” Altso. Hevur devulin onkuntíð skapt okkurt í hesari verð, umframt pengar, er tað jarðrok á fjøllum.

Soleiðis rennur alt saman í ein rulk hjá okkum mannabørnum. Vit eru onkursvegna ein syntesa ella ein symbiosa, sum guvar upp úr mettu og dreymum. Tí materiella og hinum immateriella. Kroppurin skal hava ein skamt av eggjahvítaevnum fyri at hóra undan, men uttan sál, dreymar og mentan yvirliva vit ikki. Hoyrdi einaferð onkran siga frá hendingini, táið kabússin eksploderaði í lugarinum umborð á Lítlu Emmu hjá Andriasi í Dalinum. Hetta var fyri útpurring. Sólheim var kokkur og sótsvartur í roykhavinum, táið Lamba Karl rykti lúkuna frá koyggjuni og hostandi spurdi: ”Verður livað?” ”Ja, tað verður livað(!)”, svaraði kokkurin av Marknagørðum róliga. Karl legði seg aftur – bíðaði eftir útpurringini.

Onkursvegna snýr lívið seg eisini um ikki at lata seg taka av fótum, líkamikið hvussu líkindini annars eru í farvatninum.

Sálaði pastorurin úr Skálavik, Kristian Osvald Viderø, sigur í Saga Skála soleiðis frá: ”Áður enn bakkastokkarnir komu, var Skáli ein hin fátæksta bygdin í Føroyum. Langt var at rógva út á fiskileið. Sørin Müllar, sum átti helvtina í bakkastokkunum, sagdi tað, at av teim fimtan hroysum, ið vóru á Skála, var einans eitt, sum havdi vindeygu, ið sást frá sjónum, og fyrir oman var einki, tí har stóð takið niður á jørðina – -.”

Nógv vatn er runnið í ánna síðan hetta var støðan á Skála og fyri alt tað í øllum Føroyum. Stríð og strev, áræði, áhaldni, stundanin eftir betri korum, flutti okkum somikið fram áleið, at vit nú teljast millum tey samfeløg, sum eru frægast fyri í øllum heiminum. Ivaleyst eru tað ymiskar meiningar um, hvussu ríkidømið er býtt ímillum okkum, og helst er tað av hesum, at tað er stigvaksandi skattalíkning í landsskattinum. Eitt vælferðarsamfelag skal vera fyri øll. Tær breiðu herðarnar bera meiri enn tær veikaru. Hjá kommununum er kortini lutfalsligur skattur, – jøvn álíkning. Helst halda tey flestu, at skattaprosentið er í hægra lagi hjá Runavíkar kommunu, men vit hava higartil hildið, at størri tørvur var á høgum barnafrádrátti – tann hægsti í landinum, har ið børn eru – Spjaldrinum, frítíðarkortinum, sum vit, fyrstar av øllum kommunum í landinum, settu í verk, og hartil eru dagstovnagjøldini rímiliga lagalig.

Kommunan er tann triðja størsta í landinum, og liggur miðskeiðis ímillum hinar báðar – sum eru størri í fólkatali – Klaksvíkar- og Tórshavnar kommunur. 15 bygdir – 96 ferkilometrar. Eftir samanleggingarnar í 00`unum var fólkatalið eitt vet omanfyri 3.700. Í september 2015 búðu 3.880 fólk í kommununi, og í gjár var fólkatalið vaksið til 4.468 borgarar. Nú búgva 799 teirra á Skála og 130 í Skálafirði.

Fíggjarligu lunnarnir vaksa tilsvarandi, og í ár er javnvágin 312 milliónir krónur. Raksturin fer við bróðurpartinum – meðan nakað tíbetur er eftir til íløgur. Tað sæst aftur mangar staðir kring um í økinum, men sálvsagt er tað, at svimjihøllin í Bylgjuni var tað størsta takið hjá kommununi nakrantíð. Vit borgarar hava goldið hana alla, sum hon er, uttan almennan ella annan stuðul, og kortini er nettoskuldin nakað niðanfyri skuldarloftið. Nú fallandi, – orsaka av eini varligari fíggjarætlan fyri verandi ár. Tað snýr seg um at brynja seg til framtíðina.

Ein fílur undir ljóðaranum í dag er helst órógvin, sum hevur verið kring um Runavíkar kommunu í almenna rúminum – fyri ikki at siga í rættarskipanini. Tað byrjaði við, at kommunuvalið í Oyndarfirði varð meldað til løgregluna. Løgreglan skuldsetti valstýrisformannin í bygdini, og seinri varð skuldsetingin lyft upp frá skuldseting til ákæru. Í sama splittsekundi boðaði løgmálaráðið, sum seinri varð tikið av, at umval skuldi vera í Runavíkar kommunu.

Stutt fyri at hetta val kuldi vera, hin 13. januar í ár, valdu 5 av 11 býráðslimum at heita á rættin, um at steðga umvalinum fyribils. Rætturin gekk býráðslimunum á møti. Landsstýrið ætlaði síðan at fáa Procesbevillingsnævnet at hjálpa sær við málinum, men hetta var ikki gingið á møti. Eftir hetta verður valstýrisformaðurin í Oyndarfirði reinsaður í Føroya rætti, men ákæruvaldið valdi at leggja tað málið upp til annað rættarstig – Landsrættin. Hesum verður nú bíðað eftir. Málið um umval bíðar enn eftir endaliga úrskurðinum hjá Føroya rætti. Og sum um, at hetta ikki var nógmikið, so verserar eisini eitt annað rættarmál í skipanini – ímillum býarverkfrøðingin og ein virkandi varabýráðslim í seinasta valskeiði. Tað málið er eisini appellerað, eftir at býarverkfrøðingurin vann málið greitt í Føroya rætti. Hesi viðurskifti órógva borgarar, fyristing og býráð, men demokratiið – bræðingin av demos og kratein – skal tola alt – eisini árenningar í hesum formatinum.

Politikkur snýr seg hinvegin um annað enn hetta. Ein kendur norðurlendskur socialdemokratiskur forsætisráðharri, so ideologiskt markantur, at hann mátti lata lív av einari skammbyrsukúlu á Sveavägen í Stockhólmi, segði einaferð: ”Politikkur – tað er at vilja nakað. Socialdemokratiskur politikkur, tað er at vilja broytingina, tí broytingin gevur vón um batar, fóður til hugflog og virkismátt, eggjan til dreymar og visiónir. Men sjálvandi eigur viljin at hava eina kós og broytingin eitt endamál. Vit eru ivaleysa framførir til at vilja nakað, tí hugsjónin er viljans drívmegi, og vit eru nógmikið djarvir til at ynskja broytingina, tí bara broytingin kann gera utopiir til veruleika.”

Fyristingin fremur samtykta politikkin í verki, meðan politikarin er settur í verðina til at finna loysnir fram í tíð, soleiðis, at samfelagið kann vaksa og gerast uppaftur betri fyri borgaran. Í okkara føri snýr tað seg um at skoða inn í framtíðina, og okkara positiva avbjóðing er nú, at vit skulu rokna við einum lutfalsliga stórum fólkavøkstri tey næstu árini, ja, kanska 800 til túsund nýggjar borgarar tey næstu 5-10 árini. Hetta fer at seta stór krøv til okkum sum nú sita og býráðini frameftir. Ikki minst á skúlaøkinum, dagstovnaøkinum og eisini á eldraøkinum. Hetta megna vit eisini, um vit leggja klípini rætt í framtíðarvarðan.

Sum sagt í formælinum í mentanarfaldaranum:

”Tað var franski generalurin og forsetin Charles de Gaulle sum einaferð tók til, at: Kommunan er brúgvin millum fólkið og statin. Táið Runavíkar kommuna valdi sær eitt búmerki, fall valið á brúnna um Glyvragjógv. Í 1904 var hon eitt stórt stig í undirstøðu, hóast hon nú kennist lítisverd í mun til so mangt annað, sum er hespað upp á samfelagssnælduna síðan.

Vit liva og virka í einum fólkaræði, og tað hevur við sær, at umboðandi val vera hildin við ávísum tíðarmálum ímillum. Várið hevur verið merkt av valum og møguligum umvali í Runavíkar kommunu, støðufesti liggur tí fyri fótum okkara, men gerandisdagurin broytist ikki stórvegis av hesum.

Samfelagið grør upp úr fólkinum, – hvørjum einstakum borgara. Úr einum virknum vinnulívi fæst mettan, men sum tikið var til í oyðimørkini á sinni: Menniskjan livir ikki av breyði eina. Úr heila og sál sprettur andslív og mentan, og aftur í ár fer kommunan at hátíðarhalda mentanina í eina heila viku.

Vit bera mentanina við okkum hvønn dag í árinum. Vit skapa, tosa, hugsa og trúgva í hvør sínum lagi, men onkursvegna dregur saman í bygdum og býum og um tjóðina alla. Ein andaligur felagsmáttur. Móðurmálið er okkara dýrasta ogn, og úr tí og øðrum lutum veksur fram eitt serligt huglag – ein serstøk mentan – sum bert vit eiga – hon er unikk – frá bygd í bygd og um landið alt.

Mentanarvikan er ætlað sum úrdráttur og spegil hjá okkum og øðrum. Kommunan verður hugsað og stjórnað frá ytstu mørkum inn á miðjuna, og onkursvegna er mentanarvikan ein brúgv millum 15 bygdir í Runavíkar kommunu.”

”Einaferð Jóhan Karl var á heimleið av útróðri úr Svínoyarhavinum, og vindur var, tá mæltu synir hans, sum vóru ungir: ”Nú verður ilt at sleppa um Nesið.” Tá svaraði hann róligur: ”Íðan, tá setum vær upp í Æðuvík.” Og Viderø heldur fram: ”Eitt annað sinn í miklum andróðri mæltu teir: ”Nú gongur ikki um fliðuna.” Tá svaraði hann somuleiðis róligur: ”Íðan, tá ræður um tolinmøði.”

Samanumtikið gongur tað væl og virðiliga um fliðuna í Runavíkar kommunu. Hvussu sprækin ella tolinmóð vit eru, veldst eisini um javnvágir, ikki bara um gjalds- og handilsbalansar, men so sanniliga eisini um sosialar- og andligar javnvágir, sum høvi hevur verið at røkja í nakrar dagar, nú so mong hava verið at spjalla við og hitta í hesi einastandandi vikuni.

Væl gagnist.