Lesarabræv
ramhald av kjakinum um alivinnuna og lokalsamfeløgini. Tað eru nøkur, sum meina, at alivinnan í Føroyum nærum ikki dálkar longur, og at tað er eingin haldgóð grundgeving fyri, at nakað av framleiðsluvirðinum skal liggja eftir í lokalsamfelagnum sum átekur sær dálkingina. Tann seinni pástandurin kann í øllum førum staðfestast, tí at alt virði, sum kann flytast burtur, verður flutt.
Men tann fyrri pástandurin kann als ikki góðtakast. Tað er als ikki rætt, at alivinnan er rein og ódálkandi fyri umhvørvið. Hon er ein av teimum mest dálkandi vinnunum, vit hava, og tann stóra dálkingin hendir undir havyvirflatuni.
Føroyskir firðir á virðisbrævamarknaðin
Bakkafrost er skrásett á virðisbrævamarknaðinum – við tí broytast reglurnar fyri fyritøkuna nógv. Kókað niður er einasta veruliga endamálið hjá fyritøkuni at skapa so nógv yvirskot til íleggjararnar sum gjørligt. Ein íleggjari setur pengar í nú fyri at fáa meira aftur seinni.
Herfyri var stjórin í miðlunum í sambandi við ársúrslitið – ein lítil milliard í yvirskoti – og tað helt hann ikki vera gott nokk, tí tað samsvarar ikki við tað avkast, aðrar fyritøkur klára at skapa, sum Bakkafrost samanber seg við. Tí skal Bakkafrost optimera enn meira. Við øðrum orðum: aliloyvini skulu troytast enn meira.
Og lat meg brúka somu dømi úr Hvannasundi sum áður. Vit síggja nú eina munandi øking í útsettum smoltum, og hvílitíðin millum útsetingar er ógvuliga stutt. Vistfrøðiskipanin verður skumpað til viks fyri virðisbrævamarknaðinum.
Aliloyvi eru serlig rættindi
Eg havi roynt at vísa á, at tað er órímiligt, at so lítið verður eftir til lokalsamfeløgini, meðan virðið av aliloyvum og firðum hjá nøkrum einstøkum verður blást upp í hæddirnar – sum um hetta bert er ein tilvild, og sum um sjógvaling kundi verið løgd hvar sum helst.
Tað, eg pástandi, er, at talan er um heilt serlig rættindi, bundin at heilt serligum staðsetingum.
Hesi rættindi geva alioperatørum møguleika at reka sjógvaling – og tey eru tað mest virðismikla aktivið hjá einari alifyritøku.
Men fyri at ala á sjógvi mugu fortreytirnar vera í lagi:
- Føroyar hava rætta hitan í sjónum til laksaaling
- Tað má ikki vera ov opið og veðurhart – vardir firðir og sund eru best egnaðu støðini
- Tað má vera góð útskifting av sjógvi, men ikki ov harður streymur
- Økið má vera nóg stórt til eitt rímiligt tal av aliringum
Skálafjørðurin er eitt dømi um eitt stórt øki, sum ikki kann brúkast vegna vantandi útskifting av sjógvi.
Onnur støð nær landi eru trupul, tí stórar mongdir av sjógvi við miklari orku trýsta útbúnaðin upp frá botni og skapa óstøðugar umstøður.
Øll aliøki í Føroyum eru í brúki, og støðugt verður leitað eftir nýggjum møguleikum – millum annað aling á opnum havi. Eisini eru størri smolt ein háttur at økja nyttuna av verandi alibrúkum.
Rúmd
Á landalistøðum er gjørligt at stýra flestu parametrunum – ljós, hita, vatngóðsku, súrevni, fóður o.s.fr. Hetta er ikki líka gjørligt í sjógvaling, men hon hevur tveir týðandi fyrimunir, sum gera, at vit yvirhøvur kunnu skapa búskap í alivinnuni.
Fyri tað fyrsta eru náttúruviðurskiftini góð. Fyri tað seinna gevur rúmdin í havinum møguleika fyri stórskalaaling.
Til dømis á Norðtoftum er ein landstøð, og uttanfyri liggur eitt stórt aliøki við tveimum aliloyvum og umleið 30 aliringum tilsamans. Kapasiteturin hjá einari landstøð svarar í stóran mun til tað, sum ein einstakur aliringur kann hýsa.
Um øll sjógvaling í Føroyum skuldi verið flutt upp á land, høvdu vit einfalt ikki havt pláss.
Kapitalintensitetur
Nú skuldi tað eisini verið lætt hjá lesaranum at síggja, at í mun til landaling, aling á opnum havi ella illa staðsett aliloyvi, eru tey vanligu sjógvaloyvini munandi minni kapitalkrevjandi enn alternativini.
Hetta eru serstøk loyvi, sum eru latin út, og tað slepst ikki undan, at tey hava ein kostnað fyri náttúruna. Okkara firðir eru lunnindi fyri djóralívið, sum vit hava livað av í meira enn túsund ár. Hetta eru okkara lungur – okkara Amazon-skógur.
Skarn og fóðurrestir
Hóp framleiðsla av sjógvaling hevur eisini hópin av skarni og fóður við sær. Hetta avfallið fer beint í fjørðin uttan kloak ella sóttreinsan. Í grundini er opna umhvørvið upphavið til flestu vandamál og trupulleikar.
16 aliringar við tilsaman 1,6 mió. av laksi, sum vaksa frá 500 g til 5,5 kg, kunnu yvir ein framleiðsluskeið á 14 mánaðir geva umleið 1.400 tons av turrum skarni, 300 tons av nitrogeni og 70 tons av fosfori út í umhvørvið, svarandi til í miðal umleið 3,3 tons av skarni, 0,7 tons (700 kg) av nitrogeni og 0,16 tons (160 kg) av fosfori um dagin – mongdin er lág í byrjanini, men veksur støðugt og verður nógv hægri móti endanum, tá laksurin er stórur og etur mest.
Mongdin av nitrogeni svarar í miðal til kloakknæringarevni frá umleið 50.000–80.000 fólkum, meðan fosformongdin kann svara til umleið 90.000–140.000 fólk – tó við tí muni, at henda mongdin frá alingini fer beinleiðis út í sjógvin, og hon økist munandi, so hvørt laksurin veksur og etur meira.
Upphópan av nitrogeni og fosfori
Stóru mongdirnar av skarni føra við sær, at fleiri tons av tøðevnunum nitrogeni og fosfori savnast upp í tí lokala umhvørvinum. Hesi evni eru millum tey mest avgerandi fyri lívsumstøðurnar hjá plantulívi í sjónum.
Náttúran roynir altíð at finna eina javnvág – her serliga í muninum millum karbon, nitrogen og fosfor. Tá henda javnvágin verður órógvað av stórari tilførslu av tøðevnum, broytast liviumstøðurnar grundleggjandi.
Ein av størstu vandunum við slíkari upphópan er øktur alguvøkstur. Tað kann føra til stór útbrot, har algur taka yvir, minka um ljósið í sjónum og ávirka annað lív. Í ringasta føri kann tað enda við súrevnistroti, sum hevur álvarsligar avleiðingar fyri lívið á botni og í sjónum annars.
Botnviðurskifti
Størsti parturin av botnfallinum frá alingini leggur seg beinleiðis undir aliringarnar, har tað við tíðini oyðileggur lívið á botninum. Henda uppsavnin av organiskt tilfari – skarn og fóðurleivdir – førir til eina kraftiga sedimentering, sum broytir botnviðurskiftini grundleggjandi. Tá nógv lívrunnið tilfar hópar seg upp, verður tað niðurbrotið av bakterium, sum brúka súrevni. Hetta kann føra til súrevnistrotið og skapa lívleysar botnar. Samstundis kunnu eitrandi gass, sum til dømis hydrogensulfid (H₂S), byggjast upp í sedimentinum. Hesi evni eru beinleiðis skaðilig fyri botndjór og aðrar lívverur og gera tað trupult – ella ómøguligt – hjá lívinum at koma aftur, sjálvt eftir at alingin er steðgað.
Alileiðingar – út í fjørðin
Flestu alistøðir hava alileiðingar, har spillvatn – hóast tað er sóttreinsað – verður leitt beinleiðis út í fjørðin aftur. Men spurningurin er, hvat “sóttreinsað” veruliga merkir í hesum samanhangi.
Sóttreinsing kann taka bakteriur og smittu, men hon fjarlægir ikki alt. Framvegis kunnu tøðevni, organisk restir og møgulig kemisk evni verða leidd út í sama umhvørvi, sum alingin er tengd at.
Vit høvdu ongantíð góðtikið eina spillvatnsleiðing frá landsjúkrahúsinum fer beint út í eitt vatn ella á, hóast hon varð kallað “sóttreinsað”. Kortini góðtaka vit tað á sjónum.
Medisinbað í aliringum
Hóast nýtslan av heilivági er minkað seinastu árini, er tað framvegis loyvt at lata laks fáa heilivág út á sjógv – bæði í formi av pulviri til upploysing og sum heilivágløtt fóður. Hóast mongdirnar eru lutfalsliga smáar, er styrkin stór, og vit kenna lítið til langtíðaravleiðingarnar.
Hetta hoyrir ikki til í opnum umhvørvi og eigur tískil at fara fram í lokaðum skipanum.
Vit kunnu øll vera samd um, at medisinbað í okkara fjørðum kann ikki halda fram. Vit høvdu ongantíð góðtikið, at ein bóndi brúkti ein opnan hyl í haganum til at geva seyðinum lúsabað, har evnini runnu beinleiðis út í náttúruna. Sama prinsipp eigur at galda á sjónum.
pH-virði – robustur laksur og sárbært margfeldi
Niðurbroting av lívrunnum tilfari og økt CO₂ í vatninum kunnu lækka pH-virðið lokalt. Laksur tolir slíkar broytingar betur enn nógv annað lív, meðan bæði djór og plantur í vistskipanini eru munandi meira viðbrekin og tola bert smá útsving í pH.
Tí er laksurin ikki kanarifuglurin í kolanáminum. Tað er ikki hann, sum fyrst gevur tekin um trupulleikar. Vistskipanin og margfeldið verða ávirkað langt áðrenn laksurin.
Vágametingar – fyri hvønn?
Bakkafrost hevur sum grundreglu at maksimera vinning og minimera vága. Tað er einki at taka seg aftur í, at hópaling ber ein ávísan vága við sær. Hóast nógv er gjørt fyri at betra um fóðurnýtslu og minka um heilivágsbrúk, merkir tað ikki, at vandin er horvin – tí framleiðslan verður økt, so skjótt tað verður mett ráðiligt.
Men spurningurin er: hvørja vága tosa vit um?
Í alivinnuni verður fyrst og fremst tosað um lívfrøðiligan vága – sjúku, lús og tap av fiski. Tað er tann vágin, sum beinleiðis rakar framleiðsluna og úrslitið hjá fyritøkuni. Umhvørvisvágin verður hinvegin sjáldnari settur í miðdepilin.
Ein fyritøka, sum alir í nógvum firðum, kann í praksis hava ráð at missa ein fjørð fyribils vegna sjúku ella aðrar trupulleikar. Men fyri náttúruna er støðan ein onnur. Tá ein katastrofa hendir – sum sjúkuútbrot, lúsatrýst ella eitrandi algur – er tað vistskipanin, sum tekur skaðan, og hann kann vera bæði stórur og drúgvur.
Horvið margfeldi
Nógv av okkum eru ikki gomul nokk til at minnast, hvussu vistskipanin í okkara firðum sá út, áðrenn alingin tók yvir. Sjálvur minnist eg frá 90’unum: stórar seiðatorvur, upsa, reyðfisk, høgguslokk og sild. Tað var lív og rørslur í sundinum – nógv at síggja og nógv at undrast yvir.
Soleiðis er ikki longur. Á mongum støðum tykist botnurin í dag mest sum ein tóm oyðimørk.
Tað er torført at staðfesta nágreiniliga, hvat er horvið ella broytt. Óheftar, langtíðar lívfrøðiligar kanningar eru fáar, og tí mangla vit eitt greitt grundarlag at meta út frá. Men júst henda óvissan er eisini ein partur av trupulleikanum: vit vita í veruleikanum ikki, hvussu nógv margfeldi er minkað, ella hvørji sløg eru horvin.
Kortini eru nógv tekin um, at alivinnan hevur trýst lunnindini vekk hjá yngli og smáfiski – og við tí eisini broytt grundarlagið undir øllum vistskipanini.
Lógirnar skuldu hjálpa okkum
Tað tykist, at lógarverkið er ov veikt til at stýra gongdini. Lógirnar, sum vit hava, eru í stóran mun gjørdar til at handfara sjúkur og lús, men heildarmyndin – náttúran sjálv – er ikki vigað nóg tungt.
Skulu vit fáa eina burðardygga alivinnu, má myndugleikin taka førarasætið. Tað krevst dirvi at seta greið mørk, sum ikki bert verja framleiðsluna, men eisini verja okkara firðir og vistskipanir.
Eg vil tí koma við einar hjartaliga áheitan til myndugleikarnar: takið ábyrgdina og tryggið, at vit hava eitt reglugerð, sum tekur støði í veruleikanum – eisini tí, sum fer fram undir havyvirflatuni.
Somuleiðis eigur alivinnan sjálv at vera opin um veruligu árinini av virkseminum. Tað, sum ikki sæst, hevur eisini týdning. Vit kunnu ikki byggja framtíðina á einum parti av sannleikanum.
Okkara firðir eru ein av okkara størstu og mest sárbæru náttúruríkidømunum. Tað, vit gera í dag, fer at ávirka okkum í nógv ár framyvir. Tí er spurningurin ikki bara, hvat vit skulu loyva – men hvat vit eru til reiðar at geva nú, fyri at fáa aftur seinni.
Møguleikar og framtíðin
Vit standa við eitt vegamót og mugu tosa um hvussu vit koma víðari. Alivinnan er ikki langtíðarhaldfør fyri okkara vistskipanir. Men samstundis er hon ein risastórur partur av føroyska búskpainum í hevur veri slóða fyri vælferðini í føroyum seinastu 15 árini. Tað eru ongar nemmar loynsir, bara trade-offs. Tað, eg havi lært seinastu tvær vikurnar, er, at alivinnan ikki er langtíðarhaldfør. Hvør aliringur er sum ein rúkandi skorsteinur – bara undir havyvirflatuni.
Skulu vit sleppa undan einum búskaparligum sjokki, mugu okkara lógarsmiðir byrja at hugsa langsiktað og finna eina nýggja javnvág. Tí eitt er vist: áhaldandi trýst á okkara firðir fer at føra til eitt langtíðar kollaps av okkara vistskipanum.
Og áðrenn vit vita av, fer marknaðurin sjálvur at krevja, at alingin er burðardygg. Tað rákið er longu byrjað úti í heimi.
Hjalmar Zachariassen
