Mánadagin 27. apríl eru 10 ár síðani Dekkservice bleiv stovnað.
Og tað ætlar fyritøkan at hátíðarhalda. Bjóða verður inn hendan dagin, har møguleiki er at grilla pylsur, og fáa køkur, te, kaffi og sodavatn afturvið.
Føðingardagurin verður hildin hjá Dekkservice á Ennigøtu 3 á Rituvíkshálsi og verður frá kl. 15 til kl. 18.
Niclas Heri og Tórfríð koma at syngja nakrar sangir.
Jan Danielsen, sum eigur DekkService, byrjaði tann 1. mai í 2016 í hølum í Saltangará. Men í 2024 flutti fyritøkan yvir á Rituvíksháls har fyritøkan heldur til í dag.

