Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
22.04.2026 15:17

Nýggj kveikjandi list

Mynd: Miðnám á Kambsdali

Miðnám á Kambsdali

List hevur altíð verið ein týdningarmikil partur av umhvørvinum á Kambsdali. Í farnu viku var lagt afturat við nýggjari list í nýggju hølunum. Við hesum verkunum hevur skúlin fingið nýmótans føroyska list, sum við estetiskari fynd og listarligari dygd skapa kveikjandi faklig og menniskjalig hugasambond. Hetta eru umráðandi tættir í einum sunnum læruumhvørvi.

Á móttøkuni greiddu listafólkini Jón Sonni Jensen og Kirstin Helgadóttir frá sínum verkum og listarligu tilgongdini.

Jón Sonni Jensen hevur skapað installatiónina “FLUX” á ovaru hæddini, har nýggju stovurnar hjá náttúrufakunum eru. Lýsingin av verkinum hjá Jón kann lesast her.

Kirstin Helgadóttir hevur skapað eitt stórt tekstilverk, ið hongur sum ein frisa yvir høvuðsinngongdini. Lýsingin av verkinum hjá Kirstin kann lesast her.

Bæði Kirstin og Jón Sonni hava brúkt FabLab á skúlanum til at framleiða partar av verkunum.

Myndir: Miðnám á Kambsdali