Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
21.04.2026 22:54

ÍF Kappróður: 6-mannafarið verður verður doypt flaggdagin

ÍF Kappróður boðar frá, at aftaná flaggdagshaldið í Miðstaðarlundini í Fuglafirði tann 25. apríl, fer Arnold Abrahamsen at doypa nýggja 6-mannafarið hjá felagnum.

Øll eru hjartaliga vælkomin, og ein dussur verður at fáa aftaná, sigur felagið í fráboðan.

Tað var annars í fjør summar, at felagið ognaði sær eitt nýtt seksmannafar.

Tað er bátasmiðurin, Sámal Hansen, sum hevur smíðað.