Mentamálaráðið
Landsstýrismaðurin í mentamálum, Bárður á Lakjuni, vitjaði mánadagin á Tjóðsavninum at kunna seg um virksemið á savninum, sum fevnir um bæði mentan og náttúru.
Herleif Hammer, stjóri á Tjóðsavninum, greiddi landsstýrismanninum frá virkseminum og um tær verkætlanir, ið arbeitt verður við kring landið. Eitt nú umvælingini av bóndahúsunum í Depli, á Hvalastøðini við Áir, Koltursætlanini, bakkaverjum og skráseting av føroysku náttúruni. Eisini greiddi Herleif Hammer frá varðveitingarmiðstøðini, ið ætlanin er at byggja innan Glyvur.
Landsstýrismaðurin vitjaði eisini goymsluna í Brekkutúni, har arbeitt verður við at flyta gripagoymsluna úr hølunum, tí blámusoppur er staðfestur har. Gripirnir verða reinsaðir og pakkaðir av nýggjum, áðrenn teir verða fluttir. Hetta er drúgt arbeiði, tí umleið 140.000 einstakir gripir eru á goymsluni.
– Tað hevur stóran týdning, at umstøðurnar at varðveita okkara mentanararv eru góðar, sigur Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum, sum fegnast um, at arbeiðið at reinsa og flyta gripagoymsluna á Tjóðsavninum gongur eftir ætlan.
Vitjað varð eisini á Havnar skansa, har Tjóðsavnið og Landsverk hava sett girðingar upp á ovaru vollunum, tí vandi er fyri at múrverkið kann rapa. Nógv fólk vitja á skansanum, og ætlanin er at umvælingarnar á skansanum verða gjørdar sum skjótast.
