Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
21.04.2026 08:11

At lesa bløðini á netinum

Birkblog

Javnan gongur upp fyri mær, hvussu lítil pondus, tign og sómi, er í mentan. Nú er tað savnið við føroyskum bløðum, sum eftir blaðdeyðan, skal dragast gjøgnum ein deyða afturat, hin talgilda deyðan, sum higartil hevur lyft bløðini inn í hvørja føroyska stovu.

Á móðurmálsdegnum í 2015, tá skipanin alment varð tikin í brúk, skrivaði eg henda blogg, har fleiri siga frá um nyttuna í skipanini. Og hon er ikki minni í dag, nyttan at sleppa at lesa føroysku bløðini. Og uppaftur størri hevði hon verið, um mentapolitikarar kundu tikið stig til at menna skipanina, so hon kundi leitað enn betri, og støðugt verið útbygd, eisini eftir aldarskiftið, í samstarvi við bløðini, sum árini gingu. Hetta eiga avvarandi mentapolitikarar at taka til sín og síggja til, tjóðini at frama, at hon ikki dettur niðurfyri, skipanin.

At lesa bløðini á netinum

Spjaldur