Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
20.04.2026 18:27

Bakkafrost: Viðvíkjandi avgerð hjá ákæruvaldinum í máli frá 2021

Tíðindaskriv/Bakkafrost

Bakkafrost tekur tað til eftirtektar, at ákæruvaldið nú hevur tikið avgerð í málinum frá 2021. Vit fegnast um, at ein niðurstøða loksins fyriliggur, og at tær flestu og mest álvarsligu skuldsetingarnar eru sleptar.

Upprunaliga fevndi málið um 3 viðurskifti, harav tey fyrstu tvey eru slept:

  1. Ákæra um brot á lúsakunngerðina í samband við lúsateljingar á Gøtuvík í december 2020


Hendan ákæran er slept, tí Føroya Landfúti gav okkum viðhald í, at tann praksis sum Bakkafrost brúkt í samband við lúsateljingarnar var rættur í mun til tær reglur, sum tá vóru galdandi.

  1. Ákæra um brot á djóravælferðarlógina í samband við viðgerð av fiski á Gulanum í februar/mars 2020


Heilsufrøðiliga Starvsstovan (HFS) vildi vera við, at Bakkafrost hevði viðgjørt fiskin uttan at neyðugar djóralæknaváttanir fyrilógu. Undir málsviðgerðini hevur Bakkafrost víst á og prógvað, at páhaldið hjá HFS hesum viðvíkjandi ikki var rætt. Tað fyrilógu djóralæknaváttanir fyri allar tær viðgerðir, sum Bakkafrost framdi viðvíkjandi hesum fiski. Hendan ákæran er sostatt slept. 

  1. Eftir stendir ákæra um brot á flutningskunngerðina í samband við, at alibátur felagsins hevði silgt út á alibrúk uttan at báturin hevði flutningsloyvi.


Bakkafrost hevur sum ongantíð mótmælt faktisku viðurskiftini, men hevur víst á, at orsøkin til hetta viðurskifti var, at Heilsufrøðiliga Starvsstovan broytti mannagongdir. Hetta viðurskiftið hevði ongar avleiðingar fyri djóravælferð ella umhvørvi, men var av formligum slag. 

Ákæruvaldið kravdi eina bót uppá 1 mio fyri hetta viðurskifti, men Bakkafrost hevur víst á, at henda bót á ongan hátt stendur í mát við tað sum skal vera framt.

Ákæran um brot á flutningskunngerðina verður avgjørt av rættarskipanini, og fara vit sjálvsagt at laga okkum eftir teimum niðurstøðum, sum dómsvaldið kemur til hesum viðvíkjandi.

Drúgv viðgerðartíð

Tað hevur verið ein drúgv tilgongd á yvir fýra ár, sum hevur verið tyngjandi fyri felagið og okkara starvsfólk. Vit eru samd við politinum í, at viðgerðartíðin ikki hevur verið nøktandi.

Djóravælferð og lívfrøðilig trygd eru altíð fremstu raðfestingar hjá Bakkafrosti. Vit síggja nú fram til at fáa hetta málið endaliga avgreitt í rættinum, og vit fara sjálvsagt at laga okkum eftir teimum niðurstøðum, sum dómsvaldið kemur til.