Svimjng.com
Gøtumaðurin, Líggjas Joensen, (2008, Ægir) setti í gjár aftur stórt føroyskt juniormet í 400 metra frísvimjing á langgeil, tá ið hann í A-finaluni á Danish Open 2026 vann gull við øgiligum endaspurti til úrslitið 3:54.62. Sí úrslitalistan her á Swimify

Líggjas átti sjálvur føroyska juniormetið á 3:55.46, frá Swim Open Stockholm í síðstu viku. Tíðin nú gevur 825 AQUA-stig, sum er greitt besta avrik hjá Líggjasi á hesi stevnu, og besta avrik hjá nøkrum føroyingi hetta seinasta árið.
Luttøkan hjá Líggjasi til nú á Danish Open 2026:
- 8:09.08 og føroyskt juniormet í 800 frí – 789 AQUA-stig og silvurheiðursmerki
- 1:49.83 og føroyskt juniormet í 200 frí – 801 AQUA-stig í innleiðandi riðlunum
- 1:49.31 og føroyskt juniormet í 200 frí – 812 AQUA-stig og gullheiðursmerki
- 51.68 og føroyskt met og juniormet í 100 frí – 745 AQUA-stig í innleiðandi riðlunum
- 15:52.27 í 1500 frí – 765 AQUA-stig og silvurheiðursmerki
- 3:54.62 og føroyskt juniormet í 400 frí – 825 AQUA-stig og gullheiðursmerki
Líggjas endaði sostatt við at vinna 2 gullheiðursmerki og 2 silvurheiðursmerki á hesi stevnu, umframt at seta 1 føroyskt met og 5 føroysk juniormet. Hetta omaná at í síðstu viku hava sett føroysk juniormet eisini 2 ferðir í 400 frí.
Eftirsum at øll hesi úrslitini eru yvir 700 AQUA-stig, so hevur hann staðfest støði til EJM 2026 í øllum fríkappingum frá 100 til 1500 frí, umframt vegna úrslit yvir 750 AQUA-stig til EM 2026 í øllum fríkappingum frá 200 til 1500 frí.
