Fjord
Fjord hevur gjørt starvsavtalu við Den Blå Planet. Avtalan ber við sær, at Suffía Nón, ið er listafólkið aftanfyri vørumerkið Fjord framyvir skal tekna og menna vørur beinleiðis til gávubúðina hjá stóra sjósavninum í Keypmannahavn.
Den Blå Planet er eitt viðurkent og sera væl umtókt sjósavn, har vitjandi kunnu uppliva eitt breitt úrval av fiskum og øðrum havdjórum. Umleið 500.000 fólk vitja Den Blå Planet hvørt ár.
Í sambandi við samstarvið hevur Fjord sniðgivið nógvar vørur, ið Suffía hevur myndprýtt við fiskum og havdjórum, sum tey í Den Blå Planet hava peikað á.
Talan er um alt frá putlispølum og viskustykkjum til drekkidunkar, magnet og aðrar gávulutir. Vørurnar eru settar í framleiðslu, og standa væntandi á hyllunum í juli.
– Tað hevur verið ein sera áhugaverd og lærurík tilgongd at tekna og menna hesar vørur. Eg havi lært nógv um tey ymisku havdjórini og fiskarnar, sum eru í Den Blå Planet, sigur Suffía Nón.
Hon hevur vitjað sjósavnið í Keypmannahavn, har hon hevur eygleitt djórini, skitsa og tikið myndir.
– Tað var umráðandi fyri meg at síggja, hvussu fiskarnir og havdjórini síggja út í veruleikanum, men eisini hvussu tey svimja og føra seg fram í umhvørvinum, ið tey liva í. Eg havi eisini havt gott samskifti við djórapassarnar á staðnum, so at tekningarnar líkjast djórunum so nógv sum gjørligt – tó uttan at missa mín egna stíl og listaliga frælsi, greiðir hon frá.
Eitt stuttligt dømi er, at havoturin á taskini á myndini eitur Agnes, og er partur av havotarafamiljuni í Den Blå Planet.
– Sjálv tilgongdin við tekningunum hevur tikið sína tíð, og tað hevur verið eitt sindur aftur og fram, áðrenn endaliga úrslitið. Men mær dámar væl hendan arbeiðsháttin, tí hann ger, at vørurnar verða so væl eydnaðar og góðar sum gjørligt, og báðir partar veruliga eru væl nøgdir, sigur Suffía Nón.
At Fjord nú er vorðin veitari til eina so stóra fyritøku setur natúrliga størri krøv til eina lutfalsliga lítla føroyska fyritøku – serliga tí Fjord longu nú eisini teknar og mennir vørur til eina íslendska fyritøku.
– Men vit læra og búnast allatíðina sum fyritøka, og verða tí alt betri før fyri at taka ímóti størri og meira krevjandi uppgávum. Góð planlegging hevur nógv at siga, og man má eisini vera fyrireikaður at taka eitt, tvey ella kanska heili trý eyka tøk, tá á stendur, sigur Suffía Nón at enda.
