Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
18.04.2026 16:03

Farmaskipið Samskip Hoffell fekk maskinbrek í ein útsynning úr Suðuroy

Mynd: Marine Traffic

Í gjár fekk MRCC eina fráboðan, at farmaskipið Samskip Hoffell, sum hevði verið Íslandi og sigldi framvið Føroyum, hevði fingið maskinbrek og lá og rak fyri vág og vind vestanfyri Suðuroynna.

Brimil, sum tá var staddur millum oyggjarnar, varð sendur avstað, og sleipaði farmaskipið inn á Runavík har tað enn liggur.

Tað var ongantíð vandi á ferð upplýsir MRCC, sjálvt um farmaskipið var komið uml. 6 fjórðingar úr landi tá ið Brimil kom til tað.

Fyri at binda um heilan fingur, varð Finnur Fríði kontaktaðu, um so var, at tað skuldi blivið neyðugt fyri meiri hjálp. Men tað gjørdist ongantíð neyðugt.

Tað tók nærum 29 tímar frá tá at fráboðanin kom inn, og inntil Brimil lá á Runavík við farmaskipinum.