Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
18.04.2026 15:35

Landsstýrismaður til prógvhandan í Vestmanna

Mynd: Mentamálaráðið

Mentamálaráðið

Fríggjadagin 17. apríl var ein søgulig prógvhandan á Miðnámi í Vestmanna, tá fyrstu alararnir í Føroyum fingu prógv eftir nýggju útbúgvingarskipanini á økinum. Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum, helt røðu í sambandi við hátíðarhaldið, har hann legði dent á týdningin av útbúgvingini og leiklutinum hjá alivinnuni í føroyska samfelagnum.

Í røðuni vísti landsstýrismaðurin á, at “hjallurin hjá føroyingum er í sjónum” og undirstrikaði, at hetta tilfeingi bæði er ein gáva og ein ábyrgd. Hann legði dent á, at útbúgvingin sum alari er breið og krevjandi, og at hon fevnir um alt frá arbeiði við fiski til burðardygd, djóravælferð og framleiðslustýring.

Níggju alarar eru lidnir við útbúgvingina – 2 kvinnur og 7 menn í aldrinum 20 til 49 ár – og eru tey knýtt at alifyritøkunum Hiddenfjord, Bakkafrost og Mowi. Alararnir koma úr ymiskum pørtum av landinum, og hava bæði fingið ástøðiliga og verkliga útbúgving.

Landsstýrismaðurin legði dent á, at alivinnan er ein av høvuðssúlunum í føroyska búskapinum, og at tørvur er á væl útbúnum fólki fyri at tryggja burðardygga menning av vinnuni. Hann rósti eisini góða samstarvinum millum skúla og vinnu, sum hevur gjørt útbúgvingina møguliga. 

Umframt røðuna hjá landsstýrismanninum handaði Magnus Gaard, rektari á Miðnámi í Vestmanna, prógvini, og helt eisini røðu. Eisini var orðið frítt, har umboð fyri alifyritøkurnar og onnur tóku orðið og ynsktu nýútbúnu alarunum til lukku.

Við hesi útbúgving fáa alararnir førleikar at arbeiða bæði á sjógvi og landi, og hava góðar framtíðarmøguleikar í einari vinnu, sum hevur stóran týdning fyri føroyska samfelagið – bæði búskaparliga og sum partur av nýggja føroyska samleikanum.

Røðan hjá landsstýrismanninum kann lesast her.