Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
16.04.2026 23:49

Runavíkar havn luttikið á heimsins størstu ferðaskipastevnu í Miami

Mynd: Runavíkar Havn

Runavíkar kommuna

Hesa vikuna hevur Runavíkar havn luttikið á heimsins størstu ferðaskipastevnu Seatrade Cruise Global í Miami.

Dagarnir hava verið sera gevandi, við nógvum góðum fundum við reiðarí, sum vit hava samstarvað við í fleiri ár, eins og við nýggj reiðarí, ið vit síggja fram til at menna samstarvið við komandi árini.

Stórur áhugi er fyri okkara fimm ferðamálum, sum eru Kongshavn á Skálafirði, har øll sløg av skipum kunnu leggja at, og bygdirnar Elduvík, Funningur, Oyndarfjørður og Rituvík, har vit taka ímóti einum avmarkaðum tali av ekspeditiónsskipum um árið. Oyndarfjørður og Rituvík eru nýggj ferðamál, og fyrstu skipini koma til bygdirnar í ár. Eins og í Elduvík og Funningi verða ferðafólkini førd í land við smábátum.

Bíleggingarnar fyri komandi árini nærkast nú íalt 100 skipum. Eitt dagført yvirlit yvir komandi vitjanir sæst á heimasíðuni hjá Runavíkar havn: https://portofrunavik.com/cruise-calls

Úr Føroyum luttóku Runavíkar havn, Tórshavnar havn, Klaksvíkar havn, Tor Shipping, Faroe Ship og MB Tours.

Samanumtikið hava tað verið nakrir sera góðir og gevandi cruisedagar í Miami.

Myndir: Runavíkar Havn