Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
16.04.2026 08:18

Dugni fyllir 70 ár

Tíðindaskriv/ Dugni

Í dag eru 70 ár síðani, at Alv, sum seinni gjørdist Dugni, byrjaði virksemi sítt.

Á heysti 1955 fekk Karolina Petersen áheitan frá Vanlukkutryggingarráðnum um at byrja virksemið.

Sjálvsognarstovnurin ALV varð settur á stovn 16.apríl 1956. Tað var Vanlukkutryggingarráðið, ið stovnaði ALV.

Virksemið byrjaði í prestagarðinum í Hvalvík. Tá vóru tað í høvuðsheitum kurvar, bustir, skreytlutir og arbeiðshandskar, sum vórðu gjørdir.

Í 1959 varð virksemið flutt til mannskapsbygningin við Áir.

Í 2009 broytti ALV navn til Dugni.

Nú, 70 ár eftir stovnan, hevur Dugni virksemi á Tvøroyri, í Havn, við Áir, á Kambsdali og í Klaksvík.

Hóast virksemið er økt, er endamálið tað sama: At endurmenna arbeiðsførleikar hjá fólki og hjálpa teimum at fáa tilknýti til arbeiðsmarknaðin aftur.

Spjaldur