Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
10.04.2026 14:41

Tveir nýggir varastjórar tilnevndir

Mynd: Føroya Banki

Føroya Banki

Fyri at styrkja yvirskipaðu leiðsluna av samtakinum hava vit í Føroya Banka-samtakinum tilnevnt tveir varastjórar. Stjórnin í samtakinum heldur tó óbroytt fram við Turið F. Arge sum forstjóra.

Brian Smedemark, rakstrarstjóri, og Arnhold Olsen, fíggjarstjóri, eru báðir tilnevndir varastjórar. Brian Smedemark, hevur verið rakstrarstjóri í bankanum síðani 2023, og var stjóri í dótturfelagnum Trygd frá 2018 til 2023. Hann hevur verið partur av samtaksleiðsluni síðani 2019. Arnhold Olsen hevur starvast í bankanum síðani 2013. Í 2023 gjørdist hann fíggjarstjóri og samstundis partur av samtaksleiðsluni.

Báðir halda teir fram við somu ábyrgdarøkjum sum higartil, og tilnevningarnar hava ikki við sær broytingar í dagligu leiðsluni av samtakinum.

Spjaldur