Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
08.04.2026 14:56

Nýggj list verður avdúkað

Miðnám á Kambsdali

Týsdagin 14. apríl verður nýggjasta listin á Kambsdali avdúkað. Hetta fer frá á móttøku fyri næmingum kl. 11.45 og fyri almenningi kl. 17.00.

Skúlin er nýliga útbygdur, og í hesum sambandi hava tvey listafólk prýtt skúlan við verkum, ið taka støði í virðunum á skúlanum og staðnum.

Á móttøkuni fara listafólkini Jón Sonni Jensen og Kirstin Helgadóttir at greiða frá sínum verkum og listarligu tilgongdini.

Jón Sonni Jensen hevur skapað installatiónina “FLUX” á ovaru hæddini, har nýggju stovurnar hjá náttúrufakunum eru. Verkið er sett saman av nógvum elementum. Elementinin eru antin gipsverk, sum eru blendað inn í veggirnar ella verk í djúpum rammum.

Kirstin Helgadóttir hevur skapað eitt stórt tekstilverk, ið hongur sum ein frisa yvir høvuðsinngongdini.

Bæði Kirsin og Jón Sonni hava brúkt FabLab á skúlanum til at framleiða partar av verkunum.