Filmsfelagið
Jim Jarmusch filmurin ‘Father Mother Sister Brother’, sum vann Gyltu Leyvuna á filmstevnuni í Venezia, lýsir, hvussu ymisk og tó eins øll húski eru.
Oddfríður Marni Rasmussen fer at innleiða sýningina, sum verður mikudagin í Filmsfelagnum.
Nýggi Jarmusch filmurin er ein kærleiksfylt lýsing, sum eisini er fløkt og djúp.
Vit fáa innlit í tríggjar stuttar, men hugtakandi søgur um trý húski í løtum, sum eru gerandisligar og tó avgerandi.
Leiklistarliga tekur hvør søgan upp til viðgerðar sambondini millum vaksnu børnini, teirra foreldur og hvør annan.
Systkinini verða noydd at viðgera óloystar tvístøður og at hugsa av nýggjum um teirra kensluligu metingar av fjaru foreldrunum.
Á leikaralistanum eru so kend nøvn sum Adam Driver, Cate Blanchett, Vicky Krieps, Tom Waits, Mayim Bialik og Charlotte Rampling.
Jim Jarmusch er ein klassikari, sum ofta var á skrá í Filmsfelagnum í áttatiárunum í Sjónleikarhúsinum.
Vísir tú atgongumerki, fært tú sama kvøld tvey fyri eitt á Paname á Vaglinum.
8/4 kl 20:00 Father Mother Sister Brother (Jim Jarmusch Bretland USA 2025 110 min)
