Hondbóltssamband Føroya
Hondbóltssambandið og shippingfyritøkan Navigare hava longt verandi stuðulsavtalu fram til 2028.
Andrass Thomsen, stjóri í HSF, var herfyri á gólvinum hjá Navigare Shipping við Trøllaklett í Søldarfirði, har sáttmálin var undirskrivaður saman við Bárði Højgaard, partaeigara. Shipping fyritøkan í Søldarfirði, stovnsett av Højgaard familjuni í 1966, hevur verið ein av sjónligi stórstuðlunum á landsliðsklæðunum síðani 2022, og nú fram til 2028.
-Andrass Thomsen viðmerkir til sáttmálan, at sum stórstuðul hevur Navigre verið ein týðandi partur av arbeiðinum til at skapa góðar og professionellar karmar kring føroysku landsliðini og ikki minst stóru tiltøkini, sum savna áskoðarar úr øllum landinum.
– Til longda samstarvið viðmerkir Bárður Højgaard, at tað hevur verið serliga hugtakandi at fylgja við ávikavist HM- og EM-endaspølunum hjá kvinnu- og manslandslinum nú í desember og januar. Veruligur hondbóltsfepur hevur valdað, og tað er eyka stuttligt at standa saman um nakað, sum øll tjóðin fylgir við í, gleðist um og avrikum vit øll eru errin av.
